Trúgvandi hatur
Eg vil tí hervið siga, at ein trúgvandi hatar ikki menniskju! Og um hann hatar menniskju, so hevur hann líka stórar, um ikki størri, trupulleikar yvir fyri Gudi, enn tey sum eru samkynd!
Meira hatur
Orsøkin til at trúgvandi menniskju skriva um samkynd og teirra livimáta er, at tey elska! Tey elska sín næsta. Og tað er hesin kærleikin, sum fær tey at skriva. Tí kærleikin vil ikki, at nakar skal fortapast!
Trúgvandi menniskju eru av tí sannføring, at livimátin hjá samkyndum er skeivur. Og tey, sum so liva, fara fortapt. Og tí vil hesin kærleikin ávara hesi menniskju móti fortapilsinum.
Um so var, at trúgvandi hataðu samkynd menniskju, so var eingin orsøk til at ávara ella at siga, at tað er skeivt at liva upp á henda mátan. Men nú elska vit, og tað er tí vit ávara!
A og B
Samkyndur livimáti er skeivur sambart Guds Orði!
Og so lesur ein, at kirkjan skal vælsigna samkynd eins væl og hon signar øll onnur. Og eisini lesur ein, at samfelagið er demokratist, bla bla bla? tað er ikki átrúnarligt. Osf.
Men alt hetta er at fara skeivur! Kirkjan kann signa ein og hvønn. Men um Gud ikki er við, hvat nyttar tá signingin? Er kirkjan ikki tænari Guds? Hví vilja menniskju hava signing kirkjunnar, tá tey ikki vilja vita av gudsótta?
Og at taka átrúnaðin burtur úr tí føroyska samfelagnum, tað veit ein og hvør, at tað er vónleyst! Hetta land hevur bygt á Gud og Bíbliuna gjøgnum mong 100 ár! Vit kalla okkum enn fyri eina kristna tjóð!
Og so var eitt aftart. Tað var Høgni Hoydal, sum skrivaði, at lógin um skrásett parlag var bara til, fyri at tryggja teimum somu rættindi, sum øll onnur í samfelagnum, tá tað snýr seg um arv v.m.
Men vit vita øll, at aftan á A, kemur B! Og vit vita eisini øll, at um tú fyrst gevur einum lítlafingur, so tekur hann allan armin fyrr ella seinni! Og menniskjan hevur ein ótúligan hug til, at fara longur og longur út í synd!
Gud, hvør er tað?
Men veruleikin er tann, at fleiri og fleiri føroyingar gerast gudloysingar! Vit vilja ikki hava nakran Gud! Vit vilja vera »frí« menniskju, sum eru bundin í synd!