Canal Digital fær millióna rokning frá Toll og Skatt

Toll og Skatt hevur kravt, at Canaldigital skal betala mvg fleiri ár aftur í tíðina

Fylgissveinasjónvarp

Canal Digital, sum sendir sjónvarp um fylgissvein til túsundtals føroyingar, fær nú ein álvarsligt fíggjarligan smeit frá Toll- og Skatt í Føroyum.
Toll og skatt krevur nevniliga, at Canal Digital skal betala mvg av tí teir senda í Føroyum.
Og hetta er ikki nakað nýtt.
Óli Heinesen, leiðari á Toll- og Skatt sigur, at teir fara at krevja Canal Cigital eftir mvg so nógv ár aftur í tíðina, sum teir sleppa.
Hann leggur afturat, at fæst peningurin ikki inn við góðum, verður farið til danska toll- og skatt eftir hjálp og hjálpir tað heldure ikki, verður sjálvsagt farið í rættin.
Óli Heinesen avsannar sostatt avgjørdur, at talan er um eina avtalu ímillum Canal Digital og Toll og skatt, sum upplýst varð í Sosialinum fyrr í vikuni. Hann avsannar eisini, at hetta er ein avtala, sum kemur í gildið 1. oktober í ár.
? Vit hava als onga avtalu gjørt við Canal Digital. Tvørturímóti hava vit gjørt teimum greitt, at tænastan, sum teir veita í Føroyum, er mvg skyldug, og at tað hevur hon altíð verið. Tað er ikki toll og Skatt, sum ásetur mvg, tað er Føroya Løgting og tað hevur onki hald í veruleikanum, at vit hava gjørt eina avtalu, sum gongur frá 1. oktober.
? Vit hava tí kravt, at Canal Digital betalir mvg av sínum tænastum í Føroyum og at teir gera tað við afturvirkandi kravt, so nógv ár aftur í tíðina, sum vit sleppa eftir lógini.
Óli Heinesen var ikki upp á standandi fót greiður yvir um tað eru fimm ár, ella enn longri.
Á umboðum fyri Canaldigital skiltist annars í Sosialinum fyrr í vikuni, at talan var um eina avtalu við toll og Skatt um mvg, sum var gjørd. Ein orsøkin til hetta var, at Føroya Tele fer at senda og tað skal betala mvg og tað var hildið at vera rættast, at Canal Digital eisini betalti mvg fyri at kappingin ikki skuldi vera ójøvn.
Óli Heinesen sigur, at síðani hetta kom fram, hava nógv fólk vent sær til Toll - og skatt og víst sína misnøgd við at Canal Digital er sloppin undan mvg, samstundis sum tey hava betalt. Hetta eru fólk, sum veita føroyingum tænastum uttanlands og sum halda seg hava verið fyri ójavnari kapping.
?Men tað er geitt, at Canal Digital hevur skula betalt mvg alla tíðina. At teir ikki hava gjørt tað, er eitt mál, sum vit nú fara at forfylgja, sigur Óli Heinesen.