vóru farnir at royna eftir hvítum fiski á Íslandsrygginum fyri at fáa betri prís fyri fiskin. Sum skilst hava skipini fingið nakað av hvítum fiski, men Olaf sigur, at royndirnar hjá Beta eru, at tað loysir [...] Upsaprísurin Olaf Olsen sigur, at hetta hevur verið eitt strævið ár hjá partrolarunum. - Nógvur upsi hevur verið at fingið, men prísirnir eru einki batnaðir út á heystið. Hann sigur, at skipini hjá Beta fáa góðar [...] Fiskivinna Tað er ikki vanligt, at ísfiskaskipini eru úti um jólini. Okkurt undantak hevur tó verið av og á, og tað er ikki væl dámt av manningunum. Hinvegin er vanligt, at fleiri ísfiskaskip fara útaftur
av at hoyra fólk úr útjaðaranum leypa á Havnina. Tey áttu heldur at sæð, at Havnin er teirra trygd fyri at klára seg. Ein sterkur høvuðsstaður og eitt sterkt miðstaðarøki er besta trygdin fyri, at útjaðarin [...] beinanvegin siga, at eg havi einki ímóti at stuðla útjaðaranum. Men eg kundi hugsað mær, at politikararnir og fólk úr útjaðaran-um skiltu hetta, og vóru góðir við Havnina heldur enn at terrorisera hana [...] gott. Tað er her í miðdeplinum, at arbeiðsplássini eru. Tað er her, dynamikkurin er. Tað er her í miðstaðarøkinum, at nýskapanin fer fram. Tað er her í miðstaðarøkinum, at nýggju vinnurnar, sum skulu taka
sum ger, at tað aftur ber til at fara at tosa við møguligar íleggjarar. Fyrireikararnir siga, at allur januar mánaði helst fer við at tingast við kommununa og hinar partarnar, sum eru sinnað at vera íleggjarar [...] kundi Norðlýsið siga frá, at arbeiðið við ætlanini at gera eina handilsmiðstøð er so smátt farið í gongd aftur. Arbeiðið stegðaði fullkomuliga upp seint í fjør, tá tað var greitt, at ongin fígging kundi fáast [...] Júst hvat tað er, sum hevur gjørt at gongd er komin á aftur, er tó nakað ógreitt. Men sum skilst er tosið um sjálva verkætlanina broytt nakað. Sosialurin skilir, at Klaksvíkar kommuna og stigtakararnir
Føroya Shell. Hann váttar, at tað kom sera óvæntað á nevndina í Føroya Shell, at stjórin seinastu 10 árini valdi at siga upp. – Tað var ikki ókent fyri okkum í nevndini, at Hákun Djurhuus ikki var samdur [...] Tummas Hansen leggur dent á, at tað ikki er eftir trýsti frá nevndini, at Hákun Djurhuus leggur frá sær, men at avgerðin eina og aleina er hansara egna. – Tað er rætt, at avgerðin er mín egna. Men tá rammurnar [...] rammurnar og umstøðurnar gjørdu, at tað ikki var stuttligt longur, er líka frægt at lata vera, staðfestir Hákun Djurhuus. Fráfarandi stjórin roknar við at sita í stjórasessinum í Føroya Shell næstu tríggjar
afturat, at hann heldur, at hetta heilt víst hevur økt um áhugan millum børnini at telva, at ein slíkur telvari er komin út á skúlan í starvsvenjing. Hann sigur seg eisini vóna, at onnur fara at gera hetta [...] skúlanum, og eg vóni, at onnur talváhugaði fara at fylgja hennara leið. Um fleiri telvarar fara út á skúlarnar, so fer hetta heilt víst at økja enn meir um áhuganum hjá ungum føroyingum at telva. [...] hann valt at geva børnum, sum hann undirvísir. Í løtuni er hann á Sandoynni, har hann lærir børn í fólkaskúlanum at telva. Hann hevur tó ikki bara valt talv, tí honum dámar tað. - Eg haldi, at nógv børn
Stjørnuni sigur tó, at felagið allatíðina hevur vitað, at Alina kundi hugsað sær at sloppið at royna seg í einari sterkari kapping enn tí føroysku, men at tað skuldi henda so bráddliga, og uttan at leiðslan í Stjørnuni [...] fjør, at liðið um jóltíðir fekk Alinu Olaru til felagið úr StÍF. Rumenski bakkurin gjørdist skjótt ein lyklaleikari hjá Stjørnuni, og eingin ivi er um, at hon átti ein stóran part av heiðurinum av, at tað [...] tað eydnaðist klaksvíkskvinnum at ogna sær greipuna. Spældi við fríggjakvøldið Leiðslan í Stjørnuni helt eisin, at Alina Olaru fór at verða partur av liðnum aftur í ár. Eftir summarfrítíð í Rumenia, kom
valevni royna at gera vart við seg. Tað verður lova mangt og hvat, og soleiðis eigur tað óiva at verða undan einum vali. Trupulleikin er bara, at valevnini og flokkarnir klára ikki altíð at liva upp til [...] øllum alvi at umsita bý okkara eftir besta førimuni. Við góðum og tøttum samarbeiði, haldi eg, at tað hevur hepnast okkum rættuliga væl. Vit hava megnað at gera kommununa skuldafría, so at peningur, ið [...] førda fíggjarpolitikki, kommunan hevur ført, er gleðiligt longu nú at kunna siga, at eingin nýtis at ræðast uppsagnir frá kommununi, og at yvir 115 mill. kr. eru avsettar komandi ár til íløgur og arbeiðsskapandi
? Eftir at hava fingið hópin av áheitanum um at stilla upp aftur til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu havi eg valt at stilla upp aftur fyri Javnaðarflokkin, hóast at eg hevði avgjørt ikki at stilla upp [...] atkvøðum. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at samstarvsviljin hjá Tórfinni og Elini ikki hevur verið av teimum bestu farna valskeiðið. Kanst tú veita vissu fyri, at starvið verður betri um [...] dulsmál, at tað er ein sjálvsøkin vongur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Hesin vongur leggur einki í flokkin ella floksins stevnu. Tað snýr seg bara um at fáa nakað burtur úr personliga.Við ikki at stilla
er rættiliga ring ætt at sigla norður í. Samstundis var krappsjógvað og stórar aldur. Pauli Larsen sigur, at aldurnar mundu vera einar átta metrar. Hann sigur, at ongin ivi er um, at um vikuskiftið hevði [...] høvdu til skipið. Skiparin heldur, at tað kunnu vit róliga siga, at hann hevur hann gjørt. Serliga um vikuskiftið var sera vánaligt veður, men hann var rættiliga góður at sigla við. Tá ið Smyril fór úr Suðuroy [...] metrar um sekundið Fríggjakvøldið var so nógvur vindur, at skiparin helt ikki, at tað var ráðiligt at fara inn á Havnina og tí fór hann inn á Runavík. Eisini sunnukvøldið var rokstormur av vestri og tá
um menning og trivnað, at foreldur lata børn síni fara um skúlagáttina á fyrsta sinni. - Hesar vónir hava foreldur at menningartarnaðum børnum eisini, tó at tey eru vitandi um, at teirra barn, í størri [...] innskúling, sum tekur atlit til, at barnið er menningartarnað, sigur Annlis, og leggur afturat, at um okkara fólkaskúli skal rúma øllum børnum, er neyðugt, at hann tekur atlit til, at børn eru ymiskt og hava ymiskan [...] fólk at gera. Í ár er yvirskriftin: Ein góð skúlabyrjan hjá menningartarnaðum børnum. Annlis Bjarkhamar, sum er dagligur leiðari hjá Javna, sigur við Sosialin, at endamálið við tiltakinum er at geva foreldrum