Ísfiskaskipini liggja um jólini

- Øll skipini hjá okkum eru komin inn, og vit vænta ikki tær nógvu landingarnar aftrat fram til jóla, sigur Olaf Olsen á landingarmiðstøðini hjá P/F Beta í Saltangará

Fiskivinna

Tað er ikki vanligt, at ísfiskaskipini eru úti um jólini. Okkurt undantak hevur tó verið av og á, og tað er ikki væl dámt av manningunum. Hinvegin er vanligt, at fleiri ísfiskaskip fara útaftur beint eftir jól, og tá er ikki vist, at manningarnar eru heima aftur á nýggjárinum. Tað veldst í fyrsta lagi um fiskiskapin millum jól og nýggjárs.

Skipini inni

Øll skipini hjá P/F Beta í Saltangará eru komin inn at halda jól, og á landingarmiðstøðini í Saltangará, sigur Olaf Olsen, at teir vænta ikki tær nógvu landingarnar aftrat fyri jólahátíðina.
Garnabáturin, Jónrit, landaði týsdagin, og tá ið vit frættu frá Olafi, var uppá tal, at nýggju leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, kanska eisini fara at landa í Saltangará í vikuni.
Hetta er triðji túrurin hjá nýggju leirvíkstrolarunum, síðan teir fóru í vinnu.
- Tá ið vit eru liðug við landingarnar til jóla, fara vit at rudda upp á landingarmiðstøðini, og síðan fara vit eisini í jólafrí, sigur Olaf.
Hann sigur, at fleiri av skipunum hjá teimum fara útaftur 3. jóladag og koma væntandi innaftur at landa 1. ella 2. januar.
- Eg veit ikki um nakað ísfiskaskip, sum verður úti um jólini, sigur Olaf Olsen.

Upsaprísurin

Olaf Olsen sigur, at hetta hevur verið eitt strævið ár hjá partrolarunum.
- Nógvur upsi hevur verið at fingið, men prísirnir eru einki batnaðir út á heystið.
Hann sigur, at skipini hjá Beta fáa góðar 3 krónur fyri kilo, og tað er sami prísur, sum hann annars hevur verið í heyst.
Spurdur, hví vit herfyri hoyrdu um prísir, sum lógu heilt niður ímóti 2 krónum fyri kilo, sigur Olaf, at talan her helst hevur verið um nøgdir av rættiliga smáum upsa.
- Men hetta eru ikki prísir, sum okkara skip hava fingið, leggur hann aftrat.

Hvítur fiskur

Herfyri hoyrdu vit eisini um, at partrolarar vóru farnir at royna eftir hvítum fiski á Íslandsrygginum fyri at fáa betri prís fyri fiskin.
Sum skilst hava skipini fingið nakað av hvítum fiski, men Olaf sigur, at royndirnar hjá Beta eru, at tað loysir seg ikki betur at fiska hvítan fisk, soleiðis sum fiskiskapurin hevur verið.
- Hetta hava vit hildið, og hetta halda vit framvegis. Nøgdirnar av upsa eru nógv størri enn nøgdirnar av hvítum fiski, og vit halda, at tað hóast alt loysir seg betur at fiska upsa, sigur Olaf Olsen.