Hygg aftur um teg, men lít frameftir

   

Jan Christiansen
borgarstjóri
???????????

Býráðsvalið nærkast, og nógvir flokkar og enn fleiri valevni royna at gera vart við seg.
Tað verður lova mangt og hvat, og soleiðis eigur tað óiva at verða undan einum vali. Trupulleikin er bara, at valevnini og flokkarnir klára ikki altíð at liva upp til tey gyltu vallyfi, ið verða givin.
Fólkaflokkurin setur eina æru í, at tey lyfti, sum vit koma við, ikki bara eru tóm orð, men at tey verða veruleiki, um vit koma at mynda einum komandi býráði.
Fólkaflokkurin hevur sitið í samgongu við góðum fólki seinastu fýra árini, og hava vit roynt eftir øllum alvi at umsita bý okkara eftir besta førimuni. Við góðum og tøttum samarbeiði, haldi eg, at tað hevur hepnast okkum rættuliga væl.
Vit hava megnað at gera kommununa skuldafría, so at peningur, ið fyrr fór til rentur og avdrøg, nú kann síggjast aftur í gerðum í býnum. Tað hevur verið tungt, men nú kunnu vit verðuliga síggja úrslitið af førda fíggjarpolitikkinum.
Og neyðugt er við góðum gjaldføri, um kommunan skal kunna gera nakað munagott komandi árini. Fólk verða søgd úr starvi, bæði hjá teimum privatu og hjá tí almenna, og tí er enn meira umráðandi, at kommuna er før fyri at seta arbeiði í gongd í komandi tíðum.

Eingin uppsøgn og nógv arbeiði
Við tí varisliga og tilvitaðað førda fíggjarpolitikki, kommunan hevur ført, er gleðiligt longu nú at kunna siga, at eingin nýtis at ræðast uppsagnir frá kommununi, og at yvir 115 mill. kr. eru avsettar komandi ár til íløgur og arbeiðsskapandi tiltøk.
Tað er tá tíðirnar ikki eru góðar á privata marknaðinum, at tað almenna skal seta arbeiðsskapandi íløgur í gongd. Vit hava, ið góðari tíð, ásanna, at trøðini ikki vaksa inn í himalin, og kann kommunan tí nú gera arbeiðsfremjandi íløgur, - uttan lántøku, sjálvandi - soleiðis at arbeiði vónandi verður til allar hendur í kommununi.
Samgongan, við fólkaflokkinum á odda, hevur virka fyri eini betri kommunu, og vit hava loyst tey mál, sum vit settu okkum. Bert ein góður fíggjarpolitikkur tryggjar framhaldandi einari virknari og góðari kommunu. Vit bjóða okkum fram aftur, og gevur tú okkum álit enn einaferð, so kunnu vit lova, at tann virkni politikkur, ið hevur verið førdur, vil halda fram.
Bert við hyggja eftir, hvat ið gjørt er seinastu fýra árini, kanst tú meta um, um fólkaflokkurin aftur er førur fyri at standa á odda komandi valskeið.