Ein øðrvísi starvsvenjing

Mogens Nielsen, sum lærir skúlabørn í Sandoynni at telva, gleðist um, at ungi telvarin, Herborg Hansen, hevur valgt at koma í starvsvenjing hjá honum, har hon millum annað lærir ung børn at telva

Talv:


Mogens Nielsen er dani og arbeiðir fyri Mentamálaráðið, har hann hevur arbeitt í 3 ár. Í 2004 byrjaði Mentamálaráðið at arbeiða við eini verkætlan, sum skuldi bøta um frítíðarmøguleikarnar hjá børnum úti á smærri bygdum, og her kemur Mogens inn í myndina.
Mogens dámar sera væl at telva, so henda frítíðarmøguleika hevur hann valt at geva børnum, sum hann undirvísir. Í løtuni er hann á Sandoynni, har hann lærir børn í fólkaskúlanum at telva. Hann hevur tó ikki bara valt talv, tí honum dámar tað.
- Eg haldi, at nógv børn hava brúk fyri koncentratión. Børn kunnu vera sera ófriðarlig í vanligu tímunum, men koma tey at telva, so eru tey koncentreraði, tí nú mugu tey veruliga hugsa seg um, áðrenn tey flyta næsta leikin. Tá tey telva, mugu tey finna loysnir, og soleiðis byrja tey eisini at hugsa kritiskt.
 
Herborg í starvsvenjing
Tosa vit um talv, so slepst ikki undan at nevna Hega Dam Ziska, sum er fremsti telvarin í Føroyum. Ein telvari, sum tó ikki verður so nógv nevndur, er Herborg Hansen úr Klaksvík. Hon er 16 ár, og fyri ikki so langari tíð síðani vann hon danska meistaraheitið í talvi, so hon er eisini eitt av heilt stóru talvnøvnunum í Føroyum, sjálvt um øll kanska ikki kennast so væl við hana.
Herborg gongur í 10. flokki, og tá hon skuldi velja, hvar hon skuldi í starvsvening, fall valið á Mogens Nielsen. Hon vildi sleppa í starvsvenjing hjá Mogens, tí at hann var ein av fáu talvlærarunum á føroyskum skúlum.
Mogens var sum vera mann sera fegin um avgerðina hjá Herborg.
- Herborg hevur klárað tað ótrúliga væl. Børnini á skúlanum hava dámt væl at hava hana til talvlærara, og tað hevur eisini hjálpt, at tey kennast við navnið Herborg Hansen.
- Eg havi sagt fyri børnunum, at Herborg hevur vunnið danska meistaraheitið í talvi, og hetta ger tey eyka spent.
Mogens leggur afturat, at hann heldur, at hetta heilt víst hevur økt um áhugan millum børnini at telva, at ein slíkur telvari er komin út á skúlan í starvsvenjing. Hann sigur seg eisini vóna, at onnur fara at gera hetta eftir henni.
- Hetta hevur riggað ótrúliga við Herborg her á skúlanum, og eg vóni, at onnur talváhugaði fara at fylgja hennara leið. Um fleiri telvarar fara út á skúlarnar, so fer hetta heilt víst at økja enn meir um áhuganum hjá ungum føroyingum at telva.