Uppsøgnin hjá stjóranum á Føroya Shell, Hákun Djurhuus, kom óvart á flest øll, men høvuðspersónurin sjálvur hevur hugsað um hetta í longri tíð.
– Fyri meg er hetta einki nýtt, og seinastu tríggjar-fýra mánaðirnir hava verið eitt undarligt tíðarskeið, har havi eg umhugsað støðu mína av álvara, sigur Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at tað serliga er framtíðarkósina, sum felagið hevur, sum hann ikki kann góðtaka. Tá hann verður spurdur nærri til, hvat ítøkiliga tað er, hann ikki kann góðtaka, svarar Hákun Djurhuus, at tað fær hann ikki sagt nakað um.
– Men tá man ikki er nøgdur við umstøðurnar, og heldur ikki fær broytt tær, so er líka frægt at gevast, sigur Hákun Djurhuus og leggur aftrat, at hann nú hevur verið í fyritøkuni í 10 ár, og tað eisini er eitt slag av vegamóti.
Uppsøgnin óvæntað
Tummas Hansen, fíggjarstjóri í Shell Danmark, er annar føroyingurin – saman við Hákuni Djurhuus sjálvum – ið situr í fýramanna-nevndini hjá Føroya Shell. Hann váttar, at tað kom sera óvæntað á nevndina í Føroya Shell, at stjórin seinastu 10 árini valdi at siga upp.
– Tað var ikki ókent fyri okkum í nevndini, at Hákun Djurhuus ikki var samdur í altjóða handilsstrategiini hjá móðurfelagnum, men vit høvdu ikki roknað við, at hann fór at siga seg úr starvi, sigur Tummas Hansen. Hann varð kunnaður um avgerðina hjá Hákuni Djurhuus í telduposti í mánakvøldið.
Egin avgerð
Seinnu árini eru hendar nógvar broytingar í stóra, altjóða oljufelagnum, og hetta hava dótturfeløgini merkt í dagliga rakstinum.
Tummas Hansen leggur dent á, at tað ikki er eftir trýsti frá nevndini, at Hákun Djurhuus leggur frá sær, men at avgerðin eina og aleina er hansara egna.
– Tað er rætt, at avgerðin er mín egna. Men tá rammurnar og umstøðurnar gjørdu, at tað ikki var stuttligt longur, er líka frægt at lata vera, staðfestir Hákun Djurhuus.
Fráfarandi stjórin roknar við at sita í stjórasessinum í Føroya Shell næstu tríggjar mánaðirnar, soleiðis at ein nýggjur stjóri kann finnast. Hákun Djurhuus sigur seg ikki vita, hvør hesin kann vera, men vísir á, at hetta er ein nevndarspurningur.
Hákun Djurhuus sigur, at fyri hann er tað umráðandi at skiljast við Shell á rættan hátt.
Nevndin arbeiðir í løtuni við at finna rætta avloysaran til fráfarandi stjóran.