UMHVØRVI Danski ráðharrin í umhvørvismálum hevur ikki stórvegis viðmerkingar til stóru nøgdina av CO2 útláti í Føroyum. Ein kanning vísti, at Føroyar vóru millum tey trý mest dálkandi londini í heiminum [...] heiminum við koltvíiltu. Men Hans Christian Schmidt hevur ikki stórvegis viðmerkingar til nógvu dálkingina hjá ríkisfelagnum. ?Eg ynski, at øll lond fara at halda Kyotu avtaluna og fáa útlátið av CO2 niður. [...] gjørdist ráðharri, tá VK stjórnin tók við í síðst í 2001. Hann er útbúgvin skúlalærari, og hann hevur síðani 1994 sitið á Fólkatingi fyri Venstre. Hans Christian Schmidt sigur annars, at hann merkir ein
at Danmark hevur loyst uppgávuna sum formansland sera væl, og 48 prosent siga seg vera nøgd við gongdina. Bara trý prosent halda, at tað hevur gingið illa, og eitt prosent siga, at tað hevur gingið sera
Oljuvanlukkan í Spania hevur rættiliga loypt hvøkk á myndugleikarnar í fleiri ES-londum, og í gjár varð fráboðað, at ES-nevndin hevur givið 66 skipum forboð fyri at sigla ígjøgnum ES-sjógv. Roknað verður [...] galdandi altjóða reglum um skipaferðslu og trygd á sjónum, og ES-formaðurin, Anders Fogh Rasmussen, hevur sagt, at skipaferðslan er eitt so álvarssamt mál, at hon verður tikin upp til viðgerðar á toppfundinum
verkfallið byrjaði. Eitt nú hevur Chavez givið meiri enn 5.000 starvsfólkum hjá almenna oljufelagnum sekkin, tí tey tóku lut í verkfallinum. Síðani verkfallið byrjaði, hevur oljuframleiðslan í Venesuela [...] Venesuela Árni Joensen: Tað drúgva verkfallið, sum hevur lagt alt tað venesuelanska samfelagið lamið í meiri enn tveir mánaðir, er av, men tann politiska andstøðan leggur dent á, at hetta merkir ikki,
POLITIKKUR Samgongan hevur lagt á annan bógv í sjálvstýrismálinum. Í hesum sambandi hevur løgmaður sent uppskot til forsætisráðharran, har hann mælir til, at allar yvirtøkur, sum liggja uttan fyri hei [...] heimastýrislógina, verða savnaðar í eini og somu lóg. Anders Fogh Rasmussen hevur tikið væl ímóti uppskotinum. Í gjár segði annar av andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkurin, at hann tekur undir við nýggja leistinum
Tónleikur Dagfinn Olsen Nógv hevur verið gitt um, hvat lag Guðrun Sólja Jacobsen fer at velja sær at syngja í semifinaluni í "Stjerne for en aften", tí luttakararnir kunnu ikki halda fram í kappingini [...] eitt lag hjá Mariah Carey, tá Guðrun skal taka lut í semifinaluni av Stjerne for en aften. Guðrun hevur valt lagið "Hero", sum er eitt av kendu løgunum hjá Mariah Carey. Taka fløgu upp Guðrun er í løtuni [...] og hinum vinnarunum av undanumførunum. Sangurin "Promise me", sum Guðrun vann eitt undanumfar við, hevur verið nógv at hoyra, síðani Guðrun vann við honum og Guðrun liggur ovast á føroysku tónatindunum,
nakrir heilt fáir av teimum kendastu filmunum, sum Gene Hackman hevur spælt við í. Nevndin, ið umsitur Cecil B. DeMille heiðurslønina, hevur avgjørt, at Gene Hackman verður hann, sum fær virðislønina hesuferð [...] Vælkendur er hann, Gene Hackman. Hann hevur spælt við í einum ótali av filmum gjøgnum fimm tíggjuár. Nevnast kunnu millum aðrir Bonnie and Clyde, Young Frankenstein, Superman, Enemy of the State og Behind
Fleiri ferðir hevur verið at hoyrt, at føroysku hondbóltsdómararnir hava sóknast eftir onkrum formi fyri felag, har mál, sum serstakliga viðvíkja dómarunum kunnu viðgerast. Onkun tíð hevur eisini verið [...] verið gjørd ein roynd at fáa eitt slíkt felag sett á stovn, men áhugin fyri hesum hevur kortini ikki verið hin stóri. Eitt nú møttu einans tríggir dómarar, tá líknandi fundur skuldi haldast í fjør, men nú tykist
Ingvald á Kamarinum. Hann hevur siglt og havt ymisk fyrifallandi arbeið. Í 1994 flutti hann við familjuni til Danmarkar at búgva. Í 1999 fór hann í læru sum kokkur. Hann hevur verið í starvsvenjing á Kokkeriet [...] Restaurant. Remy sigur, at øll hesi arbeiðsplássini hava givið honum hollar starvsroyndir, og at hann hevur verið sera heppin at sleppa at royna so nógv ymisk arbeiðspláss. Saman við Gunrid Reinert úr Havn
í vár. FCK hevur fyrr valt at útihýsa leikarum, sum ikki vilja skriva undir nýggjan sáttmála. Sjálvur er Toda skakkur av avgerðini hjá Hans Backe, men ásannar, at tað er venjarin, ið hevur seinasta orðið [...] fær av FCK. ? Tað er synd í Toda, at hann skala fáa slíka viðferð, eftir so mong góð ár í FCK. Todi hevur so manga ferðina bjargað FCK, og tí er tað løgið, at hann nú als ikki skal vera upp á tal, sigur Henrik