Felagshølini hjá Borgini sett í stand

- Ganga kommuna og felagsskapir saman um tær uppgávur, ið skulu loysast, kann nógv spyrjast burturúr.

Skótliðið Borgin bjóðaði seinnapartin sunnudagin til móttøku í samband við, at felagshølini hjá teimum í Hvalvík nú eru sett í stand.

 

Talan er um gamla skúla í bygdini, sum kommunan hevur latið skótunum at nýta til felagsarbeiðið.

 

Bodil Laksafoss, bólkaleiðari, greiddi frá, at tað gongur væl við skótaarbeiðnum, og at undirtøkan er góð. Eini 20-30 børn og ung taka lut.

 

- Hetta má sigast at vera lutfalsliga nógv, segði hon og takkaði fyri, at kommunan hevur stuðlað umvælingini við at rinda útreiðslurnar av tilfarinum.

 

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, fegnaðist um úrslitið, sum vísir tann stóra týdning, ið sjálvboðið arbeiði hevur fyri virksemi av hesum slag.

 

- Ganga kommuna og felagsskapir saman um tær uppgávur, ið skulu loysast, kann nógv spyrjast burtur úr, segði hann.

 

Borgarstjórin bar eisini fram góðynski frá kommununi um, at virksemið hjá skótunum fer at hepnast væl komandi árini - til gleði og gagns fyri alt bygdafólkið í økinum.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu í dag.