Avgerðin er tikin, eftir at harðir samanbrestir hava verið í eina slaka viku millum ísraelska herðin og Hamas, sum byrjaði hernaðarligu atsóknirnar við at skjóta rakettir inn í Ísrael.
- Trygdin hjá okkara starvsfeløgum og viðskiftafólkum hevur altíð fyrstu raðfesting, og vit fylgja leypandi við gongdini millum partarnar, siga tey í British Airways.
Men, tað er ikki bara British Airways, sum hevur avlýst flúgving til Tel Aviv.
Mikudagin boðaðu eisini amerikansk flogfeløg, United Airlines, Delta Air Lines og American Airlines, frá, at tey eisini avlýsa flúgving millum USA og Tel Aviv.
Læknar í Gaza upplýsa, at atsóknirnar seinastu dagarnar hava higartil kostað 72 fólkum í Gaza lívið, og ísraelski herurin upplýsir, at sjey fólk í Ísrael hava latið lív í rakettálopum úr Gaza.
Støðan millum londini hevur verið spent síðan seinasta fríggjadag, har samanbrestir vóru millum ísraelsk løgreglufólk og palestinesarar í samband við Ramadan.
##med2##
Keldur til henda greinastubba eru Ritzau og Reuters.