Nú er avgjørt at nýggi innkomuvegurin til Havnar, »Havnarvegurin«, letur upp 6. juli.
7. mai segði Fríður Dalsgarð, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, at tað helst gingu tveir mánaðir, til vegurin letur upp – og tað má sigast at vera á góðar leið.
Avtalan var, at koyrndi skuldi vera 1. november í fjør, men enn er ikki koyrandi eftir nýggja innkomuvegnum. Men sambært tekniska stjóranum hjá Tórshavnar kommunu, so eru góðar grundir til tess.
– Tíðarætlani hevur verið pressað, og nógvar verkætlanir eru komnar afturat. Tilfar er koyrt úr Marknagili gjøgnum tunnilin til útstykkingar bæði við Stórutjørn og til vinnuústykkingina oman fyri Sandvíkarhjalla, segði hann.
Av tí at verkætlanin varð víðkað við 3,5 km av íbindingarvegum er semja um, at latið verður ikki upp fyrr enn allir íbindingarvegirnir eru lidnir.
Sambært upprunaligu ætlanini, so skuldi verið koyrandi av Hvítanesi og út í Marknagil 1. november, men uttan avkoyringar á veginum.
Fyri Hotel Føroyar verður eisini stór broyting, tí innkoyringin til Hotel Føroyar verður flutt. Hon verður nú vestan fyri hotellið, har koyrandi verður úr eini rundkoyring millum tunnilin og Marknagilsvegin inn til hotellið, sum soleiðis verður nærri býnum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














