Óttin hvørvur ongantíð

Soleiðis greiðir pápi at krabbameinsraktum barni frá í Vikuskiftissosialinum

Tá føroyska súkkluliðið, Team Rynkeby, súkklar til París næsta summar, er ein av luttakarunum Tummas Joensen úr Klaksvík.

 

Endamálið við túrinum er at savna inn pengar til krabbameinsrakt børn og familjur teirra. 

 

 

Tummas Joensen hevur sjálvur merkt, hvussu tað er, tá eitt barn fær krabbamein, tí 15 ára gamla dóttir hansara, Tóra, hevur í fleiri umførum verið sjúk av krabbameini í heilanum, síðani hon var hálvtannað ára gomul.

 

- Børn, sum eru so nógv innløgd skulu hava onkrar góðar upplivingar, so alt ikki bara verður sjúkrahús, sjúka og einsemi. Pengarnir, sum koma inn í sambandi við súkklutúrin til París, fara fyri ein part til gransking, men skulu eisini geva krabbameinssjúkum børnum onkrar góðar upplivingar. Eg trúgvi, at slíkar upplivingar kunnu gera lívið hjá hesum børnunum eitt vet lættari, sigur Tummas Joensen.

 

 

Les í Vikuskiftissosialinum ella her um Tummas Joensen og dóttrina, Tóru, og hvussu familjan roynir at hava ein vanligan gerandisdag, hóast sjúkan hevur stóra ávirkan.