Makrelurin ávirkar ikki botnfiskin

Tað ber ikki til at geva makrelinum skyldina fyri støðuna hjá botnfiskinum, staðfestir fiskifrøðingur

Síðani føroyska makrelævintýrið byrjaði fyri nøkrum árum síðani, hevur stóri spurningurin verið, hvussu makrelurin ávirkar vistskipanina kring Føroyar. Spurt og gitt hevur verið, hvussu og í hvønn mun makrelurin ávirkar annan fisk, ið svimur í føroyskum øki.
Á Fiskivinnutinginum kom Jan Arge Jacobsen við svarinum. Fiskifrøðingurin við sergrein í uppsjóvarfiski hevur staðið fyri umfatandi kanningum av makreli á føroyska landgrunninum. Talan er um kanningar, ið eru gjørdar bæði í 2011 og í fjør.
Kanningarnar geva onga ábending um, at makrelurin, ið sum kunnugt svimur og livir uppi í sjónum, ávirkar botnfiskin.
- Tað er einki, sum bendir á, at makrelur tekur yngul av toski, hýsu, upsa og nebbasild, staðfestir Jan Arge Jacobsen.
Fiskifrøðingurin vísir á, at makrelurin er ikki inni á landgrunninum í tíðarskeiðnum frá apríl til juni, tá egg og yngul av botnfiski reka uppi í sjónum.
- Tí er einki samanfall millum makrel og yngul av botnfiski, sigur Jan Arge Jacobsen.