Livar Nysted og restin av manningini umborð á bátinum tRIO hava nú róð í einr 30 tímar, og túrurin higartil hevur gingið væl.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni trip.fo, har til ber at fylgja við ferðini hjá Livari Nysted um Indiska Havið.
Ferðin úr Australia til Mauritius byrjaði sunnumorgunin klokkan 01 føroyska tíð, og teir tríggir Livar, Max og Stewart eru komnir væl frá landi.
Teir eru nú nærum leysir av oyggjum og flúrum, ið liggja í umráðnum uttan fyri Geraldton. Fyri framman eru sostatt 6370 kilometrar, sum svarar til 3439 fjórðingar, av opnum havi fyri framman.
Ferðin higartil hevur verið hampulig við 4,35 km/t, sum svarar til 2,35 kn, men hetta er tætt við land, og sjóvarfall hevur stóra ávirkan á teir framvegis.
Fyrsta døgnið róðu Livar, Max og Stewart 66 kilometrar.
Túrurin byrjaði á vestursíðuni av Australia, nærhendis Perth, og málið er á oynni Mauritius. Sostatt er talan um ein tein á 6500 kilometrar á opnum havi.