uttan í Sandoy er arbeiðsloysið minkað hetta seinasta árið, tí í Sandoy stendur tað í stað og sostatt var tað 1,7 prosent í februar í ár, og tað er akkurát tað sama, sum í fjør. Størsta minkingin er í Eysturoy [...] arbeiðsloysið í Suðuroy verið nógv størri enn í restini av landinum, men nú er munurin nógv minni. Í Norðoyggum er arbeiðsloysið nú 0,7 prosent, í Eysturoy er tað 0,6 prosent, og tað er tað lægsta í landinum [...] Arbeiðsloysið í Føroyum minkar alsamt og í februar í ár var tað komið niður á 1,2 prosent. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Sostatt er arbeiðsloysið minkað næstan eina helvt hetta seinasta
##med2## Í Norðoyggjum og í Norðurstreymoy er fólkatalið vaksið 6 – 7 prosent, meðan í Sandoy og í Suðuroy er fólkatalið staðið í stað hesi seinastu seks árini. Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum [...] vaksið 0,5 prosent og í Sandoynni er tað vaksið 0,3 prosent. Men annars sigur Hagstovan, at hesi seinastu seks árini er tað í Eysturoy í Vágum, og í Havn, at fólkatalið er vaksið mest, tí í hesum økjumum er [...] er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Í Mykinesi eru tey nú tvey fleiri í tali, Skúvoy og Stóra Dímun halda tey tørn, men fólkatalið minkar í Hesti. Í Skúgvoy býr nú 30 fólk og Hesti búgva
eru óbroyttar í mun til í 2024, ávikavist 980 tons, 500 tons og 400 tons. Í norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan sum lækkar. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður [...] hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 tons, umframt hjáveiðu. Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan [...] munandi lækkingar eru í heildarkvotunum av toski og hýsu í Barentshavinum komandi ár eydnaðist at avmarka lækkingina í føroysku kvotunum fyri 2025. Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi í 2025 verður 3.910
Kristiansund. Í næstbestu deildini eru Ári Mohr Jónsson í Sandnes Ulf og Odmar Færø í HamKam, meðan Rógvi Baldvinsson er í Bryne í triðbestu deildini. Eisini eru fimm norskir spælarar í bestu deildini í Føroyum [...] eisini spælt móti norskari mótstøðu í Evropa. Her hevur Tromsø eina serliga søgu. Í 1995 tapti HB heili 10-0 í Tromsø í Intertoto Cup. Føroyskur fótbóltur fekk sína “hevn” í 2014, tá Víkingur sló Tromsø úr [...] Afturi í 2009 spældi NSÍ eisini móti Rosenborg, men tapti greitt samanlagt. ##med4## Í løtuni eru fimm føroyingar í norskum fótbólti. Gilli Sørensen er í Brann Bergen og Meinhard E. Olsen er í Kristiansund
mánamorgunin við vitjan í Mentamálaráðnum, á Dagstovninum á Hamrinum, í Skúlanum á Argjahamri og á Glasi í Marknagili. Seinnapartin gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, í Kringvarpið og í Listasavnið. Allastaðni [...] Í dag og í morgin verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, vertinna hjá íslendska mentamálaráðharranum, Illuga Gunnarssyni, sum við fylgi kemur á almenna vitjan í Føroyum. Mentamálaráðið hevur [...] greiða frá. Fyrri dagurin endar úti í Tinganesi, har rundvísing verður í gamla parturin av Tórshavn og í Tinganesi, áðrenn landsstýriskvinnan verður vertur fyri einum døgurða í Fútastovu. Vitjan á Søvnum Landsins
um náttina niður í 5 kuldastig í støðum. Mánadagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri, seinni ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum út á kvøldið øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 [...] andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein eystan og landsynning. Yvirhøvur turt og í løtum klárt. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig [...] kuldastig í støðum. Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum
Gongdin í fólkatalinum er sera ójøvn í teimum ymsu kommununum í landinum. Fólkatalið minkaði í flestu kommunum, rættiliga nógv summastaðni, men tað vaks í nøkrum fáum. Størsti vøksturin var í Tvøroyrar [...] uttan í Havnini, í Sandoyar og í Eysturoyar sýslu. Tórshavnarøkið heldur tørn, takkað verið stórum burðaravlopi. Í Suðuroyar, Norðoyar og Vága sýslum er tað vøksturin á Tvøroyri, í Klaksvík og í Vága kommunu [...] Hagstovuni. Tað svarar til eina minking í fólkatalinum á 0,3% hetta síðsta árið. Í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár, vórðu 604 børn fødd, og 409 fólk doyðu. Burðaravlopið var
brúgvaløg framvið okkum av vestri. Í dag Í dag upp í skrið av suðri, um 18 m/s, og regn, men út á dagin makar hann í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, hann klárar í, men kortini okkurt æl. Hitin [...] Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn av útsynningi. Hitin um 8 stig. Um kvøldið hækkar hann fyrst í útsynning [...] eitt skifti verður møguliga upp í storm, 18 til 23 m/s. Hann klárar í og ælaveður. Hitin um náttina millum 3 og 6 stig. Hósdagin Hann makar vindin aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi,
krónur í fyrsta ársfjórðingi í 2012 í mun til 35 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi í 2011. Niðurskrivingarnar á útlánum vóru í hesum ársfjórðingi 22 milliónir krónur, sum er væl lægri enn í fjórða [...] Tað skrivar BankNordik í tíðindaskrivi í morgun. Víðari sigur bankin, at rakstrarinntøkurnar í fyrsta ársfjórðingi í 2012 vóru 223 milliónir krónur í mun til 192 milliónir krónur í undanfarna ársfjórðingi [...] av endurgjøldum í sambandi við nógvu stormskaðarnar í Føroyum í november og desember. Útreiðslurnar minkaðu sum ætlað, og gjørdust 153 milliónir krónur í mun til 157 milliónir krónur í undanfarna ársfjórðingi
Sólstein, formann í Føroya Reiðarafelag, í telefonini í morgun. Hann sigur, at nógv fólk eru við í russisku samráðingarnevndini, eini 14 í tali. - Eg dugi einki at siga um útlitini í løtuni, men væntast [...] Í gjár og í dag eru samráðingar í Føroyum millum føroysk og russisk embætisfólk og feløg um sínámillum fiskirættindasáttmála fyri komandi ár Samráðingarnar, sum eru á Hotel Hafnia, byrjaðu í gjár og vórðu [...] vórðu tiknar uppaftur klokkan 10 í morgun. Í gjár gjøgnumgingu partarnir verandi sáttmála, og í gjárkvøldið ótu føroysku vertirnir og russisku gestirnir góðan døgurða í Kirkjubø, har nógv gott var at fáa