Munurin ímillum kvinnur og menn minkar alsamt

Færri og færri føroyingar ganga fyri einki

Arbeiðsloysið í Føroyum minkar alsamt og í februar í ár var tað komið niður á 1,2 prosent. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Sostatt er arbeiðsloysið minkað næstan eina helvt hetta seinasta árið, tí í februar í fjør var tað 2,1 prosent.

Í 2012 var arbeiðsloysi seks-sjey prosent, men síðani er tað støðugt fallið. Tað plaga eisini at vera nógv fleiri kvinnur, sum hava verið arbeiðsleysar, enn tað eru menn, sum eru arbeiðsleysir, men nú eisini eisini tann munurin minkaður burtur í einki

Í februar var var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnunum og 1,5 prosent hjá kvinnunum. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysi tvey prosent hjá monnum og 2,8 prosent hjá kvinnum.

Í øllum økjum uttan í Sandoy er arbeiðsloysið minkað hetta seinasta árið, tí í Sandoy stendur tað í stað og sostatt var tað 1,7 prosent í februar í ár, og tað er akkurát tað sama, sum í fjør.

Størsta minkingin er í Eysturoy, Norðoyggjum og Suðuroy. Annars hevur arbeiðsloysið í Suðuroy verið nógv størri enn í restini av landinum, men nú er munurin nógv minni.

Í Norðoyggum er arbeiðsloysið nú 0,7 prosent, í Eysturoy er tað 0,6 prosent, og tað er tað lægsta í landinum. Í Norðstreymoy er tað eitt prosent, í Vágum er tað 1,1 prosent, og í Suðuroy er tað 2,4 prosent, so hóast tað er nógv minkað, er Suðuroyggin framvegis harðast rakt.

Í februar var minsta arbeiðsloysið hjá teimum í miðjum aldri 45-54 ár, har tað var 0,7 prosent og tí yngsta aldursbólkinum har tað var 0,9 prosent. Hinvegin er arbeiðsloysið størst hjá teim 25-34 ára gomlu, har tað 1,9 prosent. Í hesum aldursbólkin er munurin millum kynini serliga stórur, har tað er tvífalt so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum, sigur hagstovan.