Tað eru miðstaðarøkini í Føroyum, sum fáa mest burtur úr tí fólkavøkstrinum, sum hevur verið hesi seinastu árini.
Tað staðfestir Hagstovan, nú tey hava gjørt upp, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið.
https://www.in.fo/news-detail/news/vit-verda-70-foeroyingar-fleiri-um-manadin/Les eisini: Vit vera næstan 70 føroyingar fleiri - um mánaðin
Hagstovan sigur, at fólkatalið í Eysturoy er vaksið 2,3 prosent, í Vágum er tað vaksið 2,2 prosent og í Havn er tað vaksið 1,9 prosent.
So er eitt lop niður til Norðoyggjar, har fólkatalið er vaksið 1,1 prosent hetta seinasta árið, men so er aftur eitt glopp niður til Norðstreymoy, har fólkatalið er vaksið 0,8 prosent.
Tey økini, sum hava fingið nógv minst burtur úr fólkavøkstrinum, er Suðuroy, har fólkatalið er vaksið 0,5 prosent og í Sandoynni er tað vaksið 0,3 prosent.
Men annars sigur Hagstovan, at hesi seinastu seks árini er tað í Eysturoy í Vágum, og í Havn, at fólkatalið er vaksið mest, tí í hesum økjumum er tað vaksið 10 – 12 prosent.
##med2##
Í Norðoyggjum og í Norðurstreymoy er fólkatalið vaksið 6 – 7 prosent, meðan í Sandoy og í Suðuroy er fólkatalið staðið í stað hesi seinastu seks árini.
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Streymoy og Borðoy og í Viðoy minkar fólkatalið
##med3##
Av teimum smæstu oyggjunum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Í Mykinesi eru tey nú tvey fleiri í tali, Skúvoy og Stóra Dímun halda tey tørn, men fólkatalið minkar í Hesti.
Í Skúgvoy býr nú 30 fólk og Hesti búgva 18 fólk. Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti.