Eitt lágtrýst sunnan fyri Íslan fer í ein norðan og tey tilhoyrandi brúgvaløgini við regni og vindi koma inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri. Sunnudagin fer eitt minni lágtrýst í ein norðan framvið beint vestan fyri Føroyar. Týsdagin fer væntandi eitt djúpt lágtrýst á veg í ein landnyrðing tætt fram við Føroyum og hevur regn og vind við sær. Eitt annað djúpt lágtrýst fer væntandi tætt fram við Føroyum mikudagin, á veg eystureftir.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Í kvøld og í nátt verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Eitt skifti klárar í og tað verður turt, tó møguliga mjørkaflókar. Hitin um 10 stig.
Í morgin lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Eitt skifti regn, seinni ælaveður, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um 10 stig.
Mánadagin andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men kanska okkurt æl. Út á náttina frískar hann vindin í stít andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður fer at regna. Hitin um 10 stig.
Týsdagin strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útsynning. Eina løtu makar hann vindin, men seinni verður aftur strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, seinni klárar í, men ælaveður. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s og tað verður klárt og turt. Hitin millum 7 og 12 stig.
Mikudagin gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum eitt skifti makar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Fyri tað mesta turt, men sum frá líður skýggjað sunnan fyri. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, sum hækkar í ein norðan, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.
Hósdagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.