Nú eru vit 148 føroyingar færri

Fyrsta oktober búðu 48.097 fólk í Føroyum og tað eru 148 fólk færri enn 1. oktober 2011.

Sostatt minka Føroyar sum heild, men Tvøroyri, Klaksvík og Vága kommunur, veksa.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tað svarar til eina minking í fólkatalinum á 0,3% hetta síðsta árið.

Í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár, vórðu 604 børn fødd, og 409 fólk doyðu.

Burðaravlopið var sostatt 195 fólk.

Tað eru 53 færri fólk enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði.

Samstundis fluttu 1.629 fólk av landinum og 1.286 fluttu til Føroyar.

Hetta gevur eina nettoflyting av landinum á 343 fólk og tað eru 80 færri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði.

Gongdin í fólkatalinum er sera ójøvn í teimum ymsu kommununum í landinum. Fólkatalið minkaði í flestu kommunum, rættiliga nógv summastaðni, men tað vaks í nøkrum fáum.

Størsti vøksturin var í Tvøroyrar, Klaksvíkar og Vága Kommunum. Hetta kemst av stórari tilflyting.

Serliga sjónsk er stóra tilflytingin til Tvøroyrar.

Størsta minkingin var í Sunda, Eystur, Vágs og Vestmanna kommunum, og har er tað serliga tann stóra nettofráflytingin, ið ger munin.

Stórur munur er millum kommunurnar í burðaravlopi og flyting. T.d. er burðaravlopið bert 9 í Klaksvíkar kommunu men tað er 120 í Tórshavnar kommunu.

Hinvegin er tilflyting á 18 til Klaksvíkar og fráflyting á 139 úr Tórshavn.

Býtt á øki er munandi minking í fólkatalinum í Streymoyar sýslu, uttan í Havnini, í Sandoyar og í Eysturoyar sýslu.

Tórshavnarøkið heldur tørn, takkað verið stórum burðaravlopi.

Í Suðuroyar, Norðoyar og Vága sýslum er tað vøksturin á Tvøroyri, í Klaksvík og í Vága kommunu, sum dregur fólkatalið uppeftir.

Myndin er av Tvøroyri, har pílarnir av álvara ganga uppeftir. Myndina tók Eileen Sandá.