Kavi aftur um vikuskiftið

Eitt brúgvalag við regn og vátaslettingi fer framvið Føroyum í dag. Síðani mennist ein streymur úr vestri av turrari og kaldari luft. Um vikuskiftið snarar hann í ein landnyrðing og norðan, og kavaæl streyma inn yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri.

 

Í dag verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn- ella vátaslettingur av landnyrðingi. Hitin allan dagin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein eystan og landsynning. Yvirhøvur turt og í løtum klárt. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig í støðum.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, sum snarar í ein eystan og landnyrðing, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavi. Hitin millum 1 og 4 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.

 

Mánadagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri, seinni ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum út á kvøldið øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, og snarar í ein sunnan. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.