Hvat er verðin? Tað er tað lítla, sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá [...] klassiskan, ein er um ítrótt, ein um bilar og ferðslu, allar við lýsingum hvørja løtu, tíðliga og seint. Hetta við lýsingum vindur bara upp á seg, og tær verða meira og meira harðmæltar. Tað er sum ein sjúka [...] tykist at vera, sum ikki er nóg áhugavert til at kunna halda einum serblaði uppi, um tað so er at binda flugur upp á sílatráður ella at ala hundalond rætt til góða matgerð. Stóra evnið er kortini tey ríku og
ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup [...] meg um at verða leiðari á Samvinnufelagnum. Hetta helt eg vera eina spennandi avbjóðing, sigur Jákup, sum síðan rak báðar handlarnar nakrar mánaðir. Men hann sá skjótt, at tað bar ikki til. Hetta var [...] her er hugnaligt niðri á Bryggjubakka, leggur Jákup afturat, meðan hann skimast út á vágna. Her kann eg eygleiða umhvørvið, eg eri uppvaksin í: Vestaru vág, Bryggjubakka, Havnar Kirkju - hetta er partur
møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað [...] runda dagin, snaraðu hugsanirnar sær um ættgreinina, sum er felags hjá okkum. Talan er um ognarleys fólk, sum bara høvdu hendurnar at fáa sær og sínum føðina í munnin. Um tey, sum áttu nógv og sum høvdu fólk [...] høvuðsstaðnum, og hetta var har á leið, sum bygningurin, ið gamli Sjóvinnubankin helt til í út ímóti Eystaru vág, seinni varð bygdur. Tað er meiri at frætta um mammu síðuna hjá Jósupi, enn um ættina hjá pápanum
hann setur føroyska skattgjaldaran undir almenna skattliga umsiting, so er hetta bert enn eitt prógv um, hvussu stór fjarstøðan er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum. 1. januar í ár fingu vit eina [...] søkja um rentustuðul, at hann skal søkja um stuðul til ferðaútreiðslur, søkja um stuðul til dupult húsarhald o.s.fr. Nakrir skattgjaldarar, sum hava sína intnøku á sjónum, skulu eisini søkja um stuðul [...] eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum. Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, prýður seg við læntum fjaðrum. Men hann um tað. Sambært
. Helgi ætlar tó at venda aftur til hetta umráðið til várs. Meinigheitshúsið í Havn, sum hesaferð er stigtakari til at bjóða Helga hendan-vegin, ger tað við vón um at boðskapur hansara má føra okkum nærri [...] Íslandi. Í Etiopia er Helgi knýttur at Mekane Yesu Kirkjuni. Har virkaði hann, seinast hann var har, sum leiðari fyri einum stórum missiónsøki. Í umráðnum eru fleiri ættarbólkar, sum enn ikki hava hoyrt [...] gleðiboðskapin um Jesus. Higartil hava fruktirnar verið góðar. ? Eftir 5 árum vaks kirkjan har í umráðnum frá 13 til 45 meinigheitir. Men hóast evangeliið hevur havt stóra framgongd, so er tað nú vorðið
san, so hvat er meira náttúrligt enn at alt fiskaarbeiðið verður lagt aðra staðni úti um landið; men sum politikkurin er nú, so oyða tit bygdirnar. Tá ið einki fiskaarbeiði verður úti um landið, kemur [...] rin hevur ført hetta valskeiðið, sum tú sjálvur hevur sitið á tingi? Bjørn á Heygum, um tú ert tann Robin Hood, sum veljarin helt teg vera, so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur [...] royndir fyri at lata flakavirkið uppaftur, men tað er sum at rena høvdið ímóti kirkjubømúrinum við fullari ferð, og hetta úrslitið kann so eingin vera í iva um. Ert tú tann maðurin, sum tú sigur teg vera, tak
skipið var yvirtikið. Her byrjar drúgva málið um Nólsoyar Páll, sum ikki enn er at enda komið. Óvanligur sølusáttmáli Um hendingarnar, áðrenn Nólsoyar Páll kom til Føroya, verður sagt í frágreiðingini, sum [...] Tjaldrinum. 26 mió. kr., men er tá vánaligari enn Tjaldur Mett verður at tað kostar 26 mió.krónur at gera Nólsoyar Páll siglingarkláran. Verður neyðugt at skifta kranan, sum er minni enn tann á Tjaldrinum, kostar [...] , sum vísir á nøkur dømi: Um ein møguligur keypari er áhugaður í einum skipi á sølulista, vil hann fyrst hyggja eftir klassapappírunum hjá skipinum. Klassapappírini fevna um týdningarmestu skjølini, sum
at hugsa um. ? Hevði tað borið til at leitt sjúkrahúsið til lítar, hevði sumamrferian verið toygt meiri. ? Men tað er henda samskipanin, sum er ein trupulleiki á Landssjúkrahúsinum, sum støðan er. Hinvegin [...] yvirlækni á skurðdeildini, sigur, at har er sama skilið. Eisini á skurðdeildini verður neyðugt at spara fitt av pengum, sigur hann. Hann sigur, at talan er m.a. um at lata B 3, sum eisini verður nevnd ? [...] sjúklingarnir, um summarferian varð toygd eitt sindur. ? So høvdu vit partvís sloppið- undan hesum stakkato-virkseminum upp og niður alla tíðina. ? Hesin mátin at skipa arbeiðið uppá um summarið er rættiliga
at einasta, effektiva tíðin at leggja út rottueitur er tíðliga um várið. ? Um veturin hava rotturnar tað sera ringt. Kampurin um føðina er harður, og um várið eru tær so úthungra-ar, at tá ber til at týna [...] veruleikanum snýr tað seg um, at tað eru so nógvar rottur til um veturin sum gjørligt fyri at tær skulu verða so úthungraðar sum gjørligt um várið. Týnir tú helvtina av rottunum um heystið, koma hinar nógv [...] á við rottueituri. ? Nógv er at fara um. Tað eru bjørg og hamrar, brekkur, fløtur og mýrar. ? Skal eitt slíkt tiltak eydnast, er tað neyðugt at vita, hvar rottan heldur til um veturin fyri at kunna miðsavna
na og fekk nakrar pentur í høvdið. Hetta var ikki nakað álvarsligt óhapp, og maðurin hevur tað gott, um enn hann ikki er heilt arbeiðsførur teir fyrstu dagarnar. Um tólið kann gerast aftur, veit Eli Poulsen [...] Tað er ikki altíð líka lætt at verja seg fyri veðrinum. Hetta fekk íslendska filmsliðið, sum tekur upp filmin Dansurin at sanna leygardagin. Tey vóru umborð á sluppini Jóhonnu, vóru stødd út fyri Tjørnuvík