? Tað verður tað sama hjá okkum. Vit noyðast eisini at skerja virksemið.
Jan Jespersen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum váttar, at heldur ikki skurðdeildin sleppur snikkaleys undan teimum átrokandi sparingunum, tað er neyðugt at gera á Landsjúkrahúsinum nú í november og desember fyr i at fáa játtanina fyri í ár at halda.
Á Landssjúkrahúsinum eru meiri pengar brúktir higartil í ár, enn tað átti, skal tað bera til at varðveita virksemið ótarnað, uttan at spreingja játtanina á fíggjarlógini fyri í ár.
Tað ber í sær, at hesar báðu síðstu mánaðirnar er neyðygt at seta ógvuslig sparitiltøk í verk, skal játtanin halda.
Í Sosialinum leygardagin greiddi Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild frá, at á medisinsku deild varð neyðugt at spara upp til 70% av sengrunum burtur, frá 10. november til 5. januar.
Hesa tíðina verða báði deild 6, deild sjey og ?Barakkin? tey rópa, stongd ávís tíðarskeið.
Neyðugt verður sostatt at flyta sjúklingar ímillum deildirnar hesa tíðina.
Samstundis verða bara sjúklingar lagdir inn, sum hava bráðneyðuga viðgerð fyri neyðini.
Øll onnur viðgerð verður útsett. Tað ber so í sær, at bíðitíðin verður longd einar tveir, tríggjar mánaðir.
Sama skilið á skurðdeildini
Jan jespersen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini, sigur, at har er sama skilið.
Eisini á skurðdeildini verður neyðugt at spara fitt av pengum, sigur hann.
Hann sigur, at talan er m.a. um at lata B 3, sum eisini verður nevnd ?fimm-daga-deildina?, aftur til 5. januar.
Henda deildin er annars vasnliga stongd vikuskiftini, men nú verður hon ikki opin mitt í viku heldur.
Enn veit Jan Jespersen ikki nágreiniliga nær hon letur aftur.
? Kanska verður tað ikki fyrrenn í desember, heldur hann.
Skurðviðgerðir útsettar
Hetta ver so í sær, at neyðugt verður at skerja virksemið svarandi til tað.
Tvs, at neyðugt verður at útseta ætlaðar skurðviðgerðir til virksemið er komið í sína vanligu legu aftur.
Jan Jespersen sigur, at hesa tíðina verður nógvar ætlaðar skurðsviðgerðir útsettar til í vár.
? Men tað verður ikki so, at alt arbeiðið verður lagt stilt.
? Umframt bráðneyðugar skurðviðgerðir, verða - um tað ber til - nakrir sjúklingar tiknir inn til skurðviðgerðir, sum ikki krevja innlegging, ella bara smávegis innlegging, sigur hann.
Summarferian ov dýr
Jan Jespersen sigur, at orsøkin til, at ov nógvir pengar eru brúktir á skurðdeildini, er ov nógv starvsfólk hava ov nógva yvirtíð, sum skal avspákast nú í november og desember.
Høvuðsorsøkin er, at summarferiunar eru ov dýrar.
? Vit eru so sperd við fólki, at tá ið fólk hava feriu, noyðast tey, sum eftir eru, at arbeiða so mikið nógv meiri, og tað kostar ov nógva yvirtíð.
? Tað er henda yvirtíðin, vit skylda starvsfólkunum ið liggur sum ein krógvað yvirnýtsla, ella undirskot.
? Umstøðurnar at avspáka eru vánaligar. Vit eru so fá, at tað ber ikki til at avspáka so hvørt.
? Av tí sama verður avspákingin bara skumpað frameftir og frameftir. Men einferð ber tað ikkk til longur.
Skuldi toygt summarferiuna
Jan Jespersen sigur, at tað átti at borið til at toygd summarferiunar longri, so at fólk hevði summarferiu báði í mai, juni, juli og august.
? Men hjá okkum skulu øllum hava summarferiu uppá 10 vikur í juli og í august - men hóast tað knípur at fáa fólk í feriu tað fyrstu og tað síðstu vikuna.
? Tað hevði verið nógv beteri fyri sjúklingarnir, um summarferian varð toygd eitt sindur.
? So høvdu vit partvís sloppið- undan hesum stakkato-virkseminum upp og niður alla tíðina.
? Hesin mátin at skipa arbeiðið uppá um summarið er rættiliga óheppin, tí tað skerjir virksemið munandi, og tað tekur so langa tíð at fáa alla tað upphópaðu avspákingina frá hondini.
? Av tí sama verður arbeiðið rættiliga ineffektivt, tí tá ið vit sleppa ígongd aftur eftir summarferiuna, hava vit alla tíðina avspákingina at hugsa um.
? Hevði tað borið til at leitt sjúkrahúsið til lítar, hevði sumamrferian verið toygt meiri.
? Men tað er henda samskipanin, sum er ein trupulleiki á Landssjúkrahúsinum, sum støðan er.
Hinvegin vil hann siga tað, at skal virksemið skerjast, er tað helst eina frægast at gera tað seinastu helvt í desember.
? Tann tíðin er rættiliga ineffektivur kortini av tí at so fá liggja, og vilja liggja inni á jólum, sigur Jan Jespersen.










