Tað er ikki altíð líka lætt at verja seg fyri veðrinum.
Hetta fekk íslendska filmsliðið, sum tekur upp filmin Dansurin at sanna leygardagin.
Tey vóru umborð á sluppini Jóhonnu, vóru stødd út fyri Tjørnuvík við kós yvir móti Eiðiskolli.
Knappliga vaks vindurin, og tað gjørdi at ein mesanur brotnaði.
Tað vildi so illa til, at masturin datt niður á eitt upptøkutól, sum rakti ein upptøkumann, og hann fekk hol á høvdið.
Hann fór beinanvegin á skaðastovuna og fekk nakrar pentur í høvdið.
Hetta var ikki nakað álvarsligt óhapp, og maðurin hevur tað gott, um enn hann ikki er heilt arbeiðsførur teir fyrstu dagarnar.
Um tólið kann gerast aftur, veit Eli Poulsen, lokalurin framleiðslustjóri fyri filminum, ikki. Tá eitt filmslið soleiðis fer burtur í onnur lond at taka film upp, hava tey altíð eyka tól við, og tað hødu hesi.
Flmsupptøkurnar vórðu tó seinkaðar ein dag orsakað av óhappinum.
Elis Pousen letur annars sera væl at filmsupptøkunum, og føroysku statistarnir kenna seg væl saman við íslendingunum