Einki var sum tað átti at vera

Sambært felagnum Shipshape AG, sum hevur kannað keypið og seinni umvælingar og umbygging av ætlaða nýggja vaktarskipinum, eru umstøðurnar frá tí at skipið varð keypt í Fraklandi og hendingarnar nú tað liggur við bryggju á Skála, brot á fleiri galdandi reglur fyri keyp og sølu av skipum

Á sumri 1996 keypti Landsstýrið 26 ára gamla Nólsoyar Páll. Skipið hevði verið nýtt sum granskingarskip í Fraklandi undir heitinum ?Le Noroit³.

Vaktar&Bjargingartænastan yvirtók skipið, sum tá hevði rein klassapappírir frá Bureau Veritas.

Aftaná yvirtøkuna av Nólsoyar Pálli fór Sjófartsstýrið í Danmark undir 1. høvuðssýnið, og tá var longu ymiskt umvælingararbeiði gjørt.

Síðani varð skipið siglt til Føroya, her tað eftir ætlanini skuldi umvælast víðari á skipasmiðjuni á Skála.

Tað var tó skjótt greitt, at hetta málið ikki ruggaði rætt. Á Vaktar&Bjargingartænastuni vóru teir varugir við, at her vóru nógvir feilir gjørdir, og at Bureau Veritas átti at havt gjørt vart við hetta, áðrenn skipið var yvirtikið.

Her byrjar drúgva málið um Nólsoyar Páll, sum ikki enn er at enda komið.


Óvanligur sølusáttmáli

Um hendingarnar, áðrenn Nólsoyar Páll kom til Føroya, verður sagt í frágreiðingini, sum Klaus Dwinger hevur skrivað, m.a. í sambandi við sáttmálan:

- Sum grundarlag fyri sølusáttmálanum millum seljara og keypara, er ein norsk søluforskrift nýtt. Tað er tó heilt vanligt at partarnir gera broytingar og ískoyti í slíkari søluforskrift. Tó eru nakrar merkisverdar broytingar í hesi søluforskrift, verður sagt í frágreiðingini, sum vísir á nøkur dømi:

Um ein møguligur keypari er áhugaður í einum skipi á sølulista, vil hann fyrst hyggja eftir klassapappírunum hjá skipinum.

Klassapappírini fevna um týdningarmestu skjølini, sum eru útskrivað síðani skipið varð smíðað. Hesi eru við øðrum orðum, ?sjúkradagbókin³ hjá skipinum.


Keypari kannaði ikki klassapáppírini

Standardtekstin í søluforskriftini um rættin hjá keypara at síggja klassapappírini eru í hesum føri strikað. Tað kundu týtt uppá, at Vaktar&Bjargingartænastan ikki hevur gingið ígjøgnum klassapáppírini, og tí hevur forðað sær sjálvum ella stovninum í at fáa innlit í søguni hjá skipinum.

Sagt verður í sølusáttmálanum, at skipið er ?afloat³ ella flótandi skoðað, uttan tó at latið er upp nakrastaðni. Tað er óvanligt.

Tá eitt so gamalt skip verður selt, vilja keypararnir vanliga krevja at sleppa at kanna barlasttangar og eitt ella tvey stempul á høvuðsmotorunum.

Tað sæst eisini á sáttmálanum, at skipið er endaliga góðtikið, við grundarlagi í flótandi ?afloat³ skoðanini.

Søluforskriftin sigur, at skipið skal í dokk áðrenn keyparin yvirtekur tað, og at ábøtur skulu gerast á skrokki, skrúvu, róður v.m., og at hetta skal umvælast soleiðis, at klassin kann góðtaka tað uttan viðmerkingar, eins og at seljarin skal gjalda.


Mótsigandi tulkingar

í broyttu tekstini

Henda standardtekst er óbroytt varðveitt í sáttmálanum, men tíverri eru broytingar og ískoyti gjørd soleiðis, at mótstríðandi tulkingar kunnu gerast í tekstinum.

(a) Umvæla fyri rokning seljarans

Partarnir eru samdir um at gera ískoyti, sum sigur, at kostnaðurin av at gera skipið aftur, sambært krøvunum hjá Buerau Veritas, skulu keypari og seljari gjalda líka nógv, og at útreiðslurnar hjá keypara í hesum sambandi eru íroknað í keypsprísin.

(b) Skipið skal avhandast við reinum klassapappírum.

Søluforskriftin við krøvum um rein klassapappír við handaðina av skipinum, stendur í mótsøgn til ískoytið, sum staðfestir, at har umvælingar skulu gerast í skrokkinum, skal klassagóðkenningin vera galdandi í minst hálvt ár.

Hervið er líkt til, at keyparin í veruleiknaum hevur sagt seg verða til reiðar at yvirtaka skipið, hóast tað møguliga ikki fær ren klassapappír.

Rein pappír merkja í hesum føri, at eingi krøv eru til umvælingar.

Um Bureau Veritas t.d. hevði góðkent eina fyrbils umvæling, við ískoyti um, at endaliga umvælingin skuldi verða gjørd innan eitt ár, so kundi seljari av røttum staðið fast uppá, at sáttmálin var uppfyltur.


BV í Marseille kravdi ongar ábøtur

- Mær vitandi legði BV/Marseille eingi boð fram um umvæling yvirhøvur, sigur Klaus Dwinger.

Tað gjørdi hinvegin Bureau Veritas í Føroyum seinni. Eg skilji støðuna soleiðis, at Bureau Veritas í Føroyum setti krøv fram um, at umfevnandi umvælingar av gomlum skaðum skuldi gerast, áðrenn hálvt ára skeiðið var av.

Eftir stendur tann sannroydin, at skipið í veruleikanum hevði rein klassapappír, tá Vaktar&Bjargingartænastan yvirtók skipið. Her er spurningurin eisini, um eygsjónligu skeivleikarnir og tað vansketni, sum BV í Marseille framdi, yvirhøvur broytir nakað, stendur m.a. í frágreiðingini.

Í niðurstøðuni verður liðuggerðin av Nólsoyar Pálli sammett við standardini hjá Tjaldrinum.


26 mió. kr., men er tá vánaligari enn Tjaldur

Mett verður at tað kostar 26 mió.krónur at gera Nólsoyar Páll siglingarkláran. Verður neyðugt at skifta kranan, sum er minni enn tann á Tjaldrinum, kostar tað 1,4 mió. krónur eyka.

Hóast Nólsoyar Páll verður liðugt umvældur, so kemur skipið ongantíð á sama støði sum Tjaldrið.

Maskinorkan verður í besta lagi 69 pst. av tí, sum Tjaldrið hevur, og sleipiorkan hægst 70 pst..

Ymsu skipaninar umborð á Nólsoyar Pálli eru ikki álítandi, av tí at skipið er so gamalt og slitið.

Eisini verður tað torført at fáa eykalutir til so gamalt skip. Tað kann í ringasta føri gera,at neyðugt verður at leggja skipið, ella um neyðugt seinni at fremja kostnaðarkrevjandi útskiftingar av maskinlutum og útgerð.

Nólsoyar Páll er ikki so væl hóskandi skip til endamálið, eitt nú, av tí at tað varð bygt til annað endamál, men eisini av tí at ymsu skipaninar og tilfarsliðir eru ótíðarhóskandi.

Ov vánaligt útsýni

á brúnni

Serliga eyðsýndur vansi er, at útsýnið á brúnni er so vánaligt. Hóast Nólsoyar Páll verður umvældur og umbygdur, so fer frameftir at vanta nógv í, til at skipið kann nýtast til so krevjandi uppgávur sum vaktar- og bjargingarskip.


Tveir ósvaraðir spurningar standa eftir

At enda verður sagt í frágreiðingini, at tveir umráðandi spurningar standa ósvaraðir eftir, og sum mugu svarast sum skjótast. Hvør í sínum lagi ella saman kunnu teir gera skipið minni hóskandi ella óbrúkiligt til endamálið.

Ein spurningur eru um deyðvektina aftaná umbyggingina. Møguleiki er fyri at skipið fær so lága deyðvekt, at tað skerjir møguleikarnar at brúka Nólsoyar Páll til vaktar- og bjargingarskip.

Hin spurningurin er stabiliteturin í skipinum. Her eigur beinanvegin at verða kannað, um skipið eftir umbygging uppfyllir krøvini, sum Sjófartsstýrið setir skipum, ið silgla á sjóleiðum, har vandi er fyri at skip verða avísað, stendur í frágreiðingini.