hugtikin av honum. Verðrið var gott og gjørdi sítt til, at tiltakið eyðnaðist so væl. Vanligt er, at úlvadagurin er skipaður sum ein kapping, og hesaferð vunnu Svanur úr SSB í Tórshavn. Luttakandi liðini vóru [...] og bar dám av Mumi. T.d. hevði Hemulin um plantuvøkstur í Mumidalinum, Snoddi hevði boðrenning, Lítla My hevði Mumi OL, Stinky hevði forðabreyt, knútatalvuna hevði Mumrikkur, Mumipápin hevði spurningar [...] Tórshavn og av Glyvrum. Øll eru vælkomin at gerast limir í Skótalið Nólsoyar Páls Børn 1. ? 3. flokk er úlvungar, og hava tey úlvafund hósdag kl. 16.30 til 18.00 Børn 4. ? 6. flokk eru skótar og hittast
at hann er alt tað, sum Jesus er. Gud er kærleiki og Gud er alt tað, sum er gott. Tað er mín ásannan, mín vitnisburður og mín trúgv. Og tað kunnu allir heimsins pástandir, frá hvørjum tað so er, ikki broyta [...] sigur Gud um seg sjálvan, at hann er kærleiki, men hann er eisini logandi eldur! Enntá tey, sum siga, at Gud er óndur, elskar Gud. Tað er Gud, sum heldur lív í teimim, tað er Gud, sum hevur givið teimum teirra [...] hvørt Gud er barnamordari, manschauvinist og diktator ella ikki. Fyri tað fyrstu, eru hetta blasfemiskar hugsanir í mínari verð, og tað er so sín søk, men hetta er eisini skilaleys hugsan. Gud er ikki mordari
høvusbygdum í komandi tíðum. Skipaferðslan er stór, ikki bert av tí, at havnin er av teimum bestu, men eisini tí at hon er einasta góða havn, íð nærhendis er. Ein stórur partur av norðanfiskiskipunum liggur [...] fyri tunnina av livandi murti. Yviri á Váli, sum krengjustøðin er, hava teir eisini eitt nótafelag, sum kastar eftir agni. Vestmanna er einasta bygdin utan fyri Havnina sum hevur gistingarhús.² Tá tað [...] sigla inn og út í heilum. Vestmanna vann fyri kortum nógv við at har bleiv sýslumansetur. Liviligt er plássið nú. Útróðurin hava Vestmenningar frálíkan, og á landinum geva tær tvær støðirnar nógv arbeiði
, tá teir í fyrrakvøldið spældu útsetta dystin móti GÍ, og nú mugu vágamenn ? fyribils í hvussu so er ? metast sum eitt gott boð uppá uppflyting. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá Omar Pálsson, sum [...] við fluktskoti eftir innlegg úr vinstru, og fimm minuttir seinni økti Eyðfinn Fjalsbak (bara eina lítla løtu seinni varð hann útvístur, tí hann hevði fingið tvey gul kort), sum úr 18 metrum sendi fríspark [...] í høgru, um fyri heimaliðið, men vágamenn riðu stormin av, og tá teir sunnudagin fara til Hvalbiar, er tað við fullum stigatali.
heldur enn nakar annar. Mangt er enn sum áður at spilla við lívsgleðina. Samfelagið er vorðið meira fjølbroytt, tilboðini av hinum ella hasum slagnum eru vorðin fleiri og ikki er altíð lía. Hetta veldur mongum [...] mongum ótta og svøvnleysar nætur. At liva er at velja, spurningurin er altíð - velja vit rætt? Móti allari óneyðugari stúran ávarar Guðs orð. Óttist ikki sigur Várharra. Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg [...] meg. Eisini sigur hann við hini kristnu: »Óttast ikki lítla fylgi, tí at faðirin hevur líkað at geva tykkum ríkið«. Ella hesi orðini »Allir lutir samvirka til góða hjá teimum sum elska Guð«. Paulus apostul
vikuskifti. Frá løgreglustøðini í Havn frætta vit, at onkur fullur maður varð koyrdur til hús, men at hetta er nakað, ið kemur fyri hvørt vikuskifti. Løgreglan í Runavík merkti einki til, at landsdystur var á [...] Runavík verður sagt, at lagið var gott av áskoðarunum eftir fótbóltsdystin og onkur var, ið hevði eina lítla kenning, men fólk vóru sera friðarlig.
Kristian Hansen ikki kundi spæla, taki eg sum eitt herðaklapp og kanska sum eina ábending um, at man er við at gerast gamal í fakinum. Eg haldi, at tað gekk hamuliga væl, men eg hugsaði ikki so nógv undir [...] eitt sindur út í høgru og hevði Neil Sullivan fyri mær, gjørdi hann seg uppaftur breiðari, enn hann er, og sum aðrir royndir málverjar, so líka sum tvingaði hann meg at skjóta, har hann vildi hava meg at [...] vóru nóg nærlagdir. Og so var tað, at nevin var á lofti um brotsteigarmarkið mitt fyri málinum, og lítla franska kvinnan á linjuni í føroyska høgra borðinum var so mikið djørv, at hon greiddi dómaranum frá
leiðsluna. At tað gekk soleiðis er merkisvert, og harvið eru vit komin til hina høvuðsorsøkina, og tað er serliga við henni í huga, at tað ber til at staðfesta, at lærutíðin er liðug, og nú kunnu lærlingarnir [...] at tað var Føroyar, sum javnaði. Og tað er ikki torført at finna orsøkina til, at vend er komin í. So at siga allir spælararnir eru betri fyri, og at bonkurin er góður ger, at tað ber til at skifta út, [...] málinum, eftir at Todi Jónsson (tað er langt síðani, at hann hevur verið so væl upplagdur á landsliðnum) hevði lagt neyvt innfyri úr vinstru, ber illa til at ímynda sær. Tað er ein veruleiki, at sigurin var
til Norwegian Wood er ikki greitt í løtuni, men hetta er uttan iva eitt stað, har føroyingar kunnu royna seg. Men tá er neyðugt at sømdirnar gerast betri. Serliga fyri tónleikararnar er tað ikki nokk at [...] hevur ábyrgdina fyri at tað gekk, sum tað gekk, er líka mikið, her noyðast tey í Føroyum, sum skipa fyri Prix Føroyar, av álvara at umhugsa, hvat meiningin er við at senda Taxi til Oslo. Pengarnir og tíðin [...] Í ár var túrurin komin til James Taylor, ein amerikumaður, ið øll kanska ikki beinanvegin vita hvør er, men vit hava øll hoyrt tey kendastu løgini hjá honum. Tónarnir frá Taylor eru í country-rock-stíli
Tað er synd at siga, at Matt Elliott er best umtókti fótbóltsspælari í Skotlandi í løtuni. Tað var hann, sum varð rikin av vøllinum móti endanum av fyrra hálvleiki, og bretsku fjølmiðlarnir hava verið [...] við meg eina lítla løtu í hálvleikinum, men hevði so nógv annað at hugsa um. Hann bað meg um at halda høvdið høgt. Eg veit ikki, um hetta var mín síðsti dystur fyri Skotland. Alt eg veit er, at eg eri [...] gjørt hann til syndabukk fyri »tapið«, sum skotar meta 1-1 javnleikin á Svangaskarði at vera. ? Hetta er tað lægsta, eg havi verið í míni karrieru, segði stóri skotski verjuspælarin við Sky Sports. ? Tað