Skótalið Nólsoyar Páls legði dagin til rættis. Evnið, ið valt varð at arbeiða við var Mumi, grundað á ta vælumtøktu barnasendirøðina, sum hevur verið í SVF.
Leiðarar og birkubeinar arbeiddu í dagavís, fyri at leggja alt til rættis. Karmurin fyri hesum tiltaki var Uppistova. Sjálvur dagurin varð hildin uttandura, og var viðarlundin úti í Grøv henda dagin róptur Mumidalurin.
Virksemið á úlvadegnum var vanligt skótaarbeiði, egnað til børn, og bar dám av Mumi. T.d. hevði Hemulin um plantuvøkstur í Mumidalinum, Snoddi hevði boðrenning, Lítla My hevði Mumi OL, Stinky hevði forðabreyt, knútatalvuna hevði Mumrikkur, Mumipápin hevði spurningar, Mumimamman hevði teknikapping og merkið fyri úlvadagin, sjálvur Mumi stóð fyri skattajaktini og Snorkadiddan hevði kimspæl.
Tað mesta hugvekjandi var helst, at sjálvur Mumi var komin heilt úr Finland og til Klaksvíkar at vitja henda dagin, og luttók í øllum virksemunum, saman við úlvaungunum. Tað komu eisini nógv onnur børn úr býnum at hitta Mumi henda dagin, og vóru øll sera hugtikin av honum.
Verðrið var gott og gjørdi sítt til, at tiltakið eyðnaðist so væl.
Vanligt er, at úlvadagurin er skipaður sum ein kapping, og hesaferð vunnu Svanur úr SSB í Tórshavn.
Luttakandi liðini vóru úr Klaksvík, Tórshavn og av Glyvrum.
Øll eru vælkomin at gerast limir í Skótalið Nólsoyar Páls
Børn 1. ? 3. flokk er úlvungar, og hava tey úlvafund hósdag kl. 16.30 til 18.00
Børn 4. ? 6. flokk eru skótar og hittast mánakvøld og týskvøld kl. 19.00
Birkubeinar eru frá 7. ? 10. flokk og hava tey fund mánakvøld kl. 20.00
Rovarar hava onki aldursmark uppeftir.