Hóast valið júst er útskrivað, so eru longu komin boð uppá nýggjar samgongur eftir valið. Í sjónvarpssendingini mikukvøldið fiskaði Óli Breckmann, formaður fólkafloksins eftir eini borgarligari samgongu [...] samgongu millum fólkaflokk og samband. Formaðurin í tingbólki sambandsfloksins Atli Hansen vísti ikki aftur hesum møguleikanum. Luitjen Apol, formaður í Verkamannafylkingini helt ta bestu samgonguna vera millum [...] formannin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hvat boð hann hevur uppá eina samgongu eftir valið! -Tað er sjálvandi alt ov tíðliga nú at koma við einum boð uppá samgongu, tí hetta veldst júst um valúrslitið
dskrav. Spurningurin varð umrøddur á nevndarfundi í Arbeiðsgevarafelagnum mikudagin, og tá varð samtykt at sleppa ætlanini. Jan Mortensen, skrivari í Arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at orskin til, at en [...] tað kundu tey ikki. Arbeiðssteðgurin var fyrst í januar, táið fiskavirkini lógu still kortini. Veðrið hevði verið sera ólagaligt og bátarnir vóru júst farnir út aftur eftir jólini, og vóru ikki komnir [...] Jan Mortensen sigur tí, at tað verður alneyðugt at skipa okkurt slag av arbeiðsrætti í Føroyum, sum skjótt kann døma í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Um tað so eitur arbeiðsrættur, ella okkurt annað, hevur
fólkaflytingar vit bert síggja í vanlukkuraktum økjum, eru vend við til fólkavøkstur í Føroyum. Tað lemjandi høga skattatrýstið, sum tá var, er minkað í heilum trimum umførum í hesum valskeiði. Fíggjarogn [...] samfelagið. Føroyar eru í dag nógv sterkari fíggjarliga enn tá vit tóku við í 1994 t.d. eru stór hall á landsins fíggjarlógum vend til yvirskot. Arbeiðsloysið, sum tá setti met í okkara heimsparti, er nú [...] tingið júst nú, er orsøkin ikki ósemja við samgongumenn úr hinum flokkunum. Orsøkin er tørvandi undirtøka frá mínum egna flokki. Fyrradagin fekk eg vitan um og í gjár váttan um, at valfelag mítt í Eysturoy
løtur tey árini, hann hevur spælt í 1. deild. Í 1995, tá hann júst var komin inn í landsliðshitan, var hann so óheppin at bróta beinið í landskappingardysti fyri NSÍ móti GÍ í Gøtu. Niðurtúrur fyri Djóna og [...] flutti niður í 2. deild hetta árið. Árið eftir skifti Djóni til B36, men tað sást, at hann framvegis ikki var komin heilt yvir beinbrotið, og ikki fyrr enn í 1997 fekk hann sítt »annað gjøgnumbrot« í føroyskum [...] ferðir við B36 í ár, men tað hevur verið langt ímillum, og seinastu ferð var fyri einari viku síðani. Sum sagt er tað vantandi hugur, sum ger, at Djóni nú takkar fyri seg á B36-liðnum og í landsliðshópinum
við skrivi til allar kommunur í landinum í januar mánaða. Metingin hjá dómsnevndini fer fram í tíðarskeiðinum apríl til mai, tá úrslitið verður almannakunngjørt. Tilmelding í 1999 Framyvir er ætlanin at [...] stigtakarar í fjør fóru undir tiltakið »Best røkta bygd«. Endamálið við kappingini var júst at eggja føroyingum til at hugsa um og virða umhvørvi, sið og mentan. Á hugnaligari kvøldsetu í Norðurlandahúsinum [...] 000 kr. í part. Fyrireiking til »Best røktu bygd 1999« Stigtakararnir hava avgjørt at kappingin skal fyriskipast annaðhvørt ár ? staktalsár ? og verður hon næstu ferð 1999. Kappingin verður lýst í fjølmiðlunum
tingmaðurin brúkar so ljótan málburð í sambandi við fólk og stovnar. -Hinvegin kann eg bert ásanna, at hann er formaður í tingbólkinum, nú Anfinn Kallsberg situr í landsstýrinum. Jógvan Sundstein dylur [...] Breckmann, sum er leiðari fólkafloksins. -Mær vitandi er Anfinn Kallsberg formaður í flokkinum, og Óli Breckmann er formaður í tingbólkinum. Hann vísir á, at sjálvt um fólkatingsvalið gav Óla Breckmann eitt [...] fekk flestu atkvøðurnar. -Veljarin hevur í veruleikanum valt fólkaflokkin, men av tí at Óli Breckmann hevur sitið sum fólkatingsmaður, so er tað ein vani at velja júst hann. Jógvan Sundstein sigur víðari,
StÍF vann á H71 í Havn. Og tað eru júst VÍF og StÍF, sum í dag spæla oddadyst í Vestmanna. Hóast vestmenningar longu eru føroyameistarar, ætla teir sær so avgjørt ikki at slaka nakað í teimum seinastu [...] stríðist við StÍF um silvur- og bronsumerkini, spælir í morgin á Skála móti KÍF, sum sær út til at hava tryggjað sær lívið í 1. deild. Hóast Neistin í botninum í løtuni er trý stig aftan fyri KÍF, er tað als ikki [...] ikki vist, at neistamenn flyta niður, tí viðurskiftini í 2. deild eftir øllum at døma eru eitt sindur ógreið í løtuni. Í morgin er lokaluppgerð í Havn, tá Neistin og Kyndil tørna saman. Neistin hevur á
sámuligt lív. Í grannalondu hava tey ein almennan kostpolitikk. Har verður gjørt eitt ávíst arbeiði fyri at gera fólk tilvitað um góðan mat, siga tær báðar í kanningini. Tað hava vit ikki í Føroyum. Nakrar [...] Nakrar kostkanninginar eru gjørdar í Føroyum og tær vísa tíverri, at í nógvum førum manglar enn nógv í, at maturin er nøktandi Men um tað er tí, at fólk hava ov lítið at keypa fyri, um tey bara hugsað [...] siga Sigrid Dalsgaard og Elisabeth akursmørk. Skúlabókagrunnurin hevur júst givið kanningina út í bók og kann eisini brúkast í skúlunum.
Skála komandi leygardag. Í nógv ár hevur Neistin verið besta hondbóltslið hjá kvinnum, ikki bert í Havn, men í øllum landinum. Hetta er nú broytt, og hóast Neistin miðskeiðis í februar vann steypafinaluna [...] mál, og støðan í hálvleikinum var 14-9 til Kyndil. Í dystunum millum hesi liðini hevur tað ofta verið soleiðis, at annað liðið leggur seg á odda í fyrra hálvleiki, meðan hitt kemur aftur í seinna hálvleiki [...] Javnleikurin í Klaksvík ger, at einki er avgjørt áðrenn seinasta dystin komandi leygardag. Tað einasta, sum kann sigast við vissu, er, at vit fáa ein nýggjan føroyameistara í kvinnudeildini í ár. Neistin
Weiss úr Javnaðarflokkinum, sum í gomlu stjórnini var heilsumálaráðharri. Júst tí Poul Nyrup Rasmussen hevur ætlað henni formanssessin, var hon ikki millum ráðharranar í nýggju stjórnini. Hitt valevnið [...] valevnið er Ivar Nørgaard úr Vinstraflokkinum. Tey hava bæði 89 atkvøður í part av teimum 179 atkvøðunum, sum eru í fólkatinginum. Tað hevur leikað hart á Jóannes Eidesgaard um at atkvøða fyri Birthe Weiss, men [...] fundinum millum Poul Nyrup Rasmussen og leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum hóskvøldið gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at hann ikki fór at taka lut í atkvøðugreiðsluni um tingformannin. Hinvegin er líkt