Djóni N. Joensen úr B36 hevur gjørt av at gevast við fótbóltinum. Sum skilst er tað hugurin, sum ikki er til staðar longur.
Djóni hevur vant nakrar ferðir við B36 í ár, men tað hevur verið langt ímillum, og seinastu ferð var fyri einari viku síðani.
Sum sagt er tað vantandi hugur, sum ger, at Djóni nú takkar fyri seg á B36-liðnum og í landsliðshópinum. Hann gongur á pedagogskúla í Havn og hevur eisini familju og arbeiði at hugsa um. Tað er trupult at fáa fótbólt at passa inn við skúlagongd og arbeiði, og tað hevur eisini elvt til, at B36 nú verður ein miðvallara fátækari.
Djóni N. Joensen hevur havt bæði góðar og ringar løtur tey árini, hann hevur spælt í 1. deild. Í 1995, tá hann júst var komin inn í landsliðshitan, var hann so óheppin at bróta beinið í landskappingardysti fyri NSÍ móti GÍ í Gøtu. Niðurtúrur fyri Djóna og niðurtúrur fyri NSÍ, sum flutti niður í 2. deild hetta árið.
Árið eftir skifti Djóni til B36, men tað sást, at hann framvegis ikki var komin heilt yvir beinbrotið, og ikki fyrr enn í 1997 fekk hann sítt »annað gjøgnumbrot« í føroyskum fótbólti. Serliga í seinnu helvt av kappingini var Djóni ein av teimum mest støðugu á B36-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið, og fyri tað endurvann hann eisini plássið í landsliðshópinum.
Nú hevur hann so valt at takka fyri seg. Sum skilst ætlar hann sær ikki at spæla í nakrari av teimum lægru deildunum heldur. Um hugurin kemur aftur, verður tað til 1. deildarfótbólt og ikki »hugnafótbólt«.