Fekk sekkin frá sínum egnu

Edmund Joensen, løgamður skrivaði út nýval mikudagin. Orsøkin: ósemja í hansara egna flokki

Edmund Joensen, løgmaður boðaði mikudagin tinginum frá, at val verður útskrivað at vera 30. apríl. Orsøkin er ósemja í hansara egna flokki. Í sambandi við hesa fráboðan segði løgmaður m.a.:

-Við sambandsflokkinum á odda fyri leiðslu landsins hava seinastu fýra árini verið framúr góð fyri føroyska samfelagið. Føroyar eru í dag nógv sterkari fíggjarliga enn tá vit tóku við í 1994 t.d. eru stór hall á landsins fíggjarlógum vend til yvirskot. Arbeiðsloysið, sum tá setti met í okkara heimsparti, er nú komið niður á eitt vanligt støði. Fólkaflytingin úr Føroyum, sum av serfrøðingum tá varð samanborin við fólkaflytingar vit bert síggja í vanlukkuraktum økjum, eru vend við til fólkavøkstur í Føroyum. Tað lemjandi høga skattatrýstið, sum tá var, er minkað í heilum trimum umførum í hesum valskeiði. Fíggjarognaravgjaldið er eisini avtakið. Føroyingar sum heild hava tað nógv rúmari nú. Vit hava meir til okkum sjálvi og til okkara familjur. Framstig eru gjørd á øllum økjum, herundir undirvísing, umsorgan fyri eldri, sjúkum og børnum. Vit hava framt hópin av tiltøkum, sum hava styrkt um og sum hava gjørt tað lættari at liva í Føroyum.

Hóast alt hetta standa vit framvegis framman fyri stórum avbjóðingum. Tað er alneyðugt frameftir at halda eina fasta fíggjarliga búskaparliga kós. Tað er okkara skylda framhaldandi at tryggja at skuldin minkar og at livifóturin í Føroyum hækkar. Alt hetta avhongur av, um inntøkugrundarlagið økist í samfelagnum, og tað hendir bert um karmarnir verða víðkaðir, bæði viðvíkjandi framleiðslu, handilssamskifti og øðrum tiltøkum.

Føroyar hava fyri neyðini so frægan politiskan stabilitet, sum fáast kann, soleiðis at neyðugar avgerðir kunnu takast fyri at røkka hesum málum.

Fyri ikki at missa útaftur av tí, sum vunnið er og fyri at taka hædd fyri møguligum skeivum avgerðum frá politisku flokkunum, so havi eg hildið tað verið rættast longu nú at biðja veljarin manna løgtingið av nýggjum fyri at tað kann vera ført fyri at halda fram við tí uppbyggjandi politiska arbeiðinum. Eg hugsi serliga um tær komandi samráðingar við donsku stjórnina, sum seta serliga stór krøv til sameindan stabilitet og fast leika frá føroyskari síðu. Ein stabilitet og fastleika, sum krevur fulla undirtøku, sum skal standa fyri hesum samráðingum.

Løgmaður nam síðani við orsøkin fyri at skriva út val. Hann segði: -Tá eg komi við hesi serligu frágreiðing til tingið júst nú, er orsøkin ikki ósemja við samgongumenn úr hinum flokkunum. Orsøkin er tørvandi undirtøka frá mínum egna flokki.

Fyrradagin fekk eg vitan um og í gjár váttan um, at valfelag mítt í Eysturoy hevur samtykt á landsfundi fríggjadagin at arbeiða fyri at fáa meg frá sum formann sambandsfloksins. Spurningurin um, hvør framyvir verður formaður í flokkinum stendur tí opin.

Hetta hevur eftir míni bestu sannføring vikað so munandi um mína støðu sum leiðari av ætlaðu samráðingunum við donsku stjórnina, at eg kenni meg noyddan til beinanvegin at taka meg aftur sum samráðingarleiðara. Út frá hesum loyvi eg mær sum Føroya løgmaður at boða Føroya løgtingi frá, at løgtingsval verður útskrivað at verða mikudagin tann 30. apríl 1998.

Samstundis skal eg boða frá, at landsstýrið heldur fram, til annað landsstýrið er valt. Neyðug stig verða tikin fyri at fáa longt fyrningarfreistina viðvíkjandi bankamálinum, soleiðis at ein nýggj samgonga og eitt nýtt landsstýri og allarhelst eitt sameint løgting kunnu fara til verka fyri at røkka best møgulig úrslit fyri Føroyar segði løgmaður á tingi í gjár.