fyri sigursmálið. Sum aftasti maður hjá KÍ breyt hann eitt VB-kontraálop og fór sjálvur allan vegin fram móti brotsteiginum hjá vágbingum. Á vegnum dróg hann fleiri VB-arar til sín og sendi so inn til Rógva [...] enn verri, tá Jan Joensen eftir eina takkling fekk gult kort. Tað hevði hann eisini fingið fyrr í dystinum, og tískil noyddist hann somu leið sum Símin, so KÍ seinastu tíggju minuttirnar spældi við níggju [...] Gunnar á Steig, og eina ferð bjargaði Jan Andreasen á sjálvari málstrikuni. Í hinum endanum var John Hansen tvær reisur nær við at geva heimaliðnum leiðsluna, men báðu ferðirnar fekk Bjarni Johansen bjargað
Ennigarð, og hann takkaði fyri tilboðið. Leiðslan helt sær kortini ikki leingi. Bert seks minuttir seinni elvdi ein misskiljing í GÍ-verjuni til, at Jan Poulsen slapp at standa púra óvardur, og hann skallaði [...] landið. Men danski áleyparin hevur verið smáskaddur ein part av landskappingini, og sunnudagin varð hann útvístur. Liðið hjá GÍ er annars ikki so ólíkt tí, sum vann FM-heitið fýra ár á rað. Men nakrir l [...] tað verjuspælarin Poul Ennigarð, sum skeyt einasta málið hjá GÍ í dystinum. Ungir menn sum Leivur Hansen og Magni Jacobsen eru so smátt farnir at gera seg galdandi á liðnum, men teir eru enn nakað óroyndir
og serliga í fyrra hálvleiki gjørdi hann nógv um seg. Hann hevur tann rætta hugburðin og gav seg fult út í hvørjari takkling. Serliga var tað samanspælið millum hann og Bárð á Lakjuni, sum riggaði sera [...] verju. Veteranurin Torkil Hansen stýrir verjuni væl, og hann spælir upp á tað trygga og ger einki býtt. Torstein Joensen er eisini ein tryggur skansi hjá fuglfirðingum. Hann spældi sera væl, men mátti [...] fáa útjavnandi málið. Óli Hansen fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigin hjá ÍF. Hann fór framvið Bartal Eliassen í ÍF-verjuni og komin áraka brotsteigarmarkið smekkaði hann til og bólturin sat í málinum
um, og Hans Fróði Hansen hevði ligið sjúkur, síðan landsliðið kom aftur úr Estlandi. Bárður Johannesen loysti Kaj Leo av í málinum og stóð seg væl, og Jan Dam kom inn aftur á HB-liðið fyri Hans Fróða. [...] á sjálva samankomingina. Seinnu ferðina var tað Øssur Hansen, sum fekk eitt innlegg úr høgru, men skallarin hjá Øssuri var so mikið óneyvur, at hann endaði uttarlaga á øðrum stólpanum. Í tí førinum átti [...] løtu fekk Hans á Lag bjargað HB, áðrenn bólturin fór inn um málstrikuna. Gestirnir úr Havn høvdu sanniliga eisini sínar møguleikar. Súni Fríði Johannesen sendi beint fram við málinum, eftir at hann var spældur
Hammer smíðaði bátar, gekk eg inn til hansara. Í 1988 smíðaði hann Ternuna, og tá plagdi eg at halda fyri, tá hann klinkaði. Sámal Hansen, sum er jarnsmiður, hevur smíðað ein annan kappróðrarbát, og tað [...] eisini hesaferð. Men tað var óvanligt, at bátasmiðurin, 29 ára gamli Sámal Hansen úr Runavík, var umborð á bátinum, har hann bakborðsmegin legði alla orku í á lærinum: ? Tað var rættuliga skjótt, at vit [...] n, og yngsti maður er 18 ára gamal. Ein er 30, ein 29, ein 27, og hinir eru niður í 19 ár. Sámal Hansen er sjálvur annar eftir frá góðu manningini, sum var við gamla Eysturoyingi, ið vann fleiri ferðir
ið vit ringdu til hansara í hesum sambandi segði hann okkum, at hann var púra líkaglaður við hesi børnini, tí tey vóru ikki hansara trupulleiki og hann vildi ikki stuðla okkum at arbeiða fram ímóti, at [...] foreldur hennara, Gunnvá Sandoy og Bo Møller Hansen, kenna aftur. Tá ið tey skrivaðu sonin, Trónd, inn fyri tveimum árum síðani fingu tey at vita, at hann var sloppin inn í Venjingarskúlan, men seinnapart [...] upp til landsstýrismannin í undirvísingarmálum at gera av. Tá ið kæran varð latin inn, segði hann, at hann skuldi avgreiða málið skjótt, helst áðrenn tvær vikur vóru farnar. Í løtuni bíða tey 22 børnini
okkara bestu súkklarar seinastu árini. Av teimum »etableraðu« er Gunnar Dahl-Olsen framvegis við, hóast hann orsakað av arbeiði ikki hevur stundir til at venja so nógv sum fyrr. Og tað var eisini Gunnar Dahl-Olsen [...] Sverra Mohr Edvinsson. Ein av teimum, ið varð roknaður millum favorittarnar, var Jóhann Brend, men hann var so óheppin at punktera og endaði á sjeynda plássi. Næsta Grand Prix-kappingin verður longu leygardagin [...] Sverri Mohr Edvinsson 5. Eyðun Poulsen 6. Kári Simonsen 7. Jóhan Brend 8. Esmar Joensen 9. Eyvind A. Hansen 10. Høgni Øster Ísak Sambleben, útgingin Chr. Guttesen, útgingin
Líðarenda á sinni, tá ið hann fekk tvinnar kostir í at velja, annaðhvørt at flýggja úr Íslandi ella at taka bardagan upp. Á veg oman til skipið hugdi hann afturum seg niðan í líðina, og hann sá hvussu vakurt grasið [...] grasið spretti, tá segði hann hesi orð: »Føgur er líðin, aldri hevur hon tókst mær so føgur sum nú. Eg fari ikki«. Áðrenn eg fari víðari í røðu míni, vil eg eisini fegin senda eina tøkk og eina serliga [...] sjálvum sum tjóð. At byggja land endar ongantíð, at oyða land er skjótt. Stóra bókaverkið eftir Símuni Hansen sála ber heitið »Tey byggja land«. Og við honum ber til at siga, At byggja land er lív, tey byggja
Poul Hansen, sum er teldusnillingur, hevur staðið fyri tí tekniska og hann hevur eisini gjørt umslagið til bókina. Sune Joensen, fyrrverandi stjóri á Brunatryggingini, er málkønur maður og hann hevur [...] meg á« kalendarin komin aftur í aftur. Fyri fyrstu ferð í mong harrans ár. Men hann líkist ikki tí gamla kalendaranum. Hann er størri og øðrvísi í stórt sæð allar mátar. Kalendarin er bygdur upp sum ein
uttan iva, at Jón Pauli Olsen er komin í álopið at herja. Mikukvøldið skeyt hann trý mál og átti ein stóran part í hinum báðum. Hann verður eisini ein styrkur, tá VB seinni í ár skal royna seg í altjóða fótbólti [...] 2-5: Milan Culjic (br.) ÍF: Erling Joensen ? Torkil Hansen (Jákup Baldvinsson, 82.), Torstein Joensen, Bartal Eliassen ? Bárður á Lakjuni, Høgni Hansen, Roy Róin, Egil Zachariasen, Eyðálvur Petersen ? Áslakkur [...] vóru spældir, og tað var eitt vakurt mál. Vágbingar høvdu bóltin á miðjuni, har John Eystberg sendi hann fram til Milan, sum við hælinum fann Jón Paula Olsen, ið legði útiliðið á odda. Verjukiks Fram til