Atla Dam til minnis ? Atli Dam var ein ómetaliga trúfastur vinmaður. Tað sigur Heri Mortensen á Tvøroyri. Atli Dam og hann vóru vinmenn í næstan 30 ár, heilt síðani Heri flutti aftur til Føroyar miðskeiðis [...] ómetaliga umhugsin vinmaður og tað fór ikki ein merkisdagur framvið uttan at tað kom ein heilsan frá Atla Dam. ? Eg havi eina kenslu av, at vit báðir høvdu sera góða ávirkan á hvønn annan og at vit onkusvegna [...] um so skuldi verið, líka til tað bar á mál. Heri Mortensen heldur, at størsta politiska avrikið hjá Atla Dam var, tá ið tað eydnaðist at yvirtaka undirgrundina. Men hann fekk eisini lagt góðar lunnar undir
millum hann og Halstein Rasmussen úr Noregi í sjeyti og áttatiárunum og norðmenn høvdu virðing fyri Atla. Og orsøkin til hetta var júst tann, at hann fylgdi so væl við, og var so væl inni í tingunum. Eg
Jústinus Leivsson Eidesgaard ????? Sosialurin bar deyðsboðini av Atla Dam til grønlendska landstingsformannin Jonathan Motzfeldt klokkan sjey grønlendska tíð týsmorgunin, og tøgn varð í hinum endanum eina [...] Jonathan Motzfeldt. Vinirnir doyggja kring grønlendska landstingsformannin. ? Felagsvinurin hjá mær og Atla, Emil Abilsen stendur eisini undir børu, eg skal jarða hann fríggjadagin. Hann er deyður einans 62 [...] Motzfeldt, sum umframt at hava verið politikari í eitt mannaminni, eisini eru prestur. ? Hóast eg kendi Atla Dam sum vin í mong ár, og vit tosaðu nógv um politikk, so byrjaði okkara politiska samstarv ikki fyrr
liggur fremst á varrunum, tá ið fyrrverandi politikkarin og reiðarin Olaf Olsen minnist samstarvið við Atla Dam ljóðar soleiðis: ? Atli Dam var ein sterkur politikkari og hann dugdi sera væl at greiða frá sínum [...] Dam í andstøðu. ? Vit vóru avgjørt ikki samdir í øllum politikki, men eg hevði stóra virðing fyri Atla Dam, sigur Olaf Olsen.
innast inni var eitt sindur smæin, samstundis sum hann var bæði stórtøkin og hásinnaður. Við deyða Atla er ein epoka av í nýggjari føroyskari søgu. Føroyar hava mist ein stóran son, sum gav landi og fólki [...] næstringar og tey, sum stóðu honum nær. Vit lýsa frið yvir minnið um hugsjónarmannin og stríðsmannin Atla P. Dam. Sosialurin
hava mist tveir fyrrverandi løgmenn, fyrst Maritu Petersen og nú Atla Dam. Tað var ikki bara sum at siga tað at skula taka við eftir Atla Dam, sum hevði markerað seg so nógv í førooyskum politikki. Men [...] Atli Dam farin Hetta sigur Finnbogi Ísaksson, fyrrverandi arbeiðsfelagi hjá Atla Dam, bæði í landsstýrinum og á løgtingi og ein av hansara trúføstu vinmonnum. Finnbogi sigur, at Atli var sera arbeiðssamur [...] draga frá, so haldi eg, at tann postiva síðan vinnur. Hann vísir annars á enn ein góðan eginleika hjá Atla. Hann hevði so ótrúliga gott minni, ja var eitt ferðandi leksikon. Man kundi spyrja hann um alt, hvat
fjølmiðla- og mentanarøkinum. Eg skal vegna øll starvsfólkini senda eina seinastu heilsan tíl tin Atla og til tíni næstu. Umframt at vera ein gløggur eygleiðari og slóðbrótari á nógvum samfelagsøkjum var
11. september 1992 ella dagin fyri 60 ára føðingardagin hjá Atla Dam, sum tá var løgmaður. Henda dagin boðaðu Poul Schlüter og hansara menn Atla Dam og landsstýrinum frá, at stjórnin hevði gjørt av, at Føroyar [...] landsstýrismenninir sótu í Tinganesi, og løgmaður gjørdi nógv fyri at fremja samstarvið. Eyðkent fyri Atla Dam var, at hann altíð sá møguleikan, hóast tað kundi tykjast at síggja svart út. Hann nýtti orðaløg [...] november í 1968, men 1. januar í 1970 andaðist Villi Sørensen, og tá var tað, at boð vórðu send eftir Atla Dam. Atli var landsstýrismaður í samferðslu- og fiskivinnumálum fram til eftir valið í 1970. Á lø
nógv saman við Atla Dam og Árna Olafsson, tá samráðingar vórðu við Danmark, fyrst um yvirtøku av undirgrundini. Tá var Halgir við til at gera eitt álit í málinum eftir áheitan frá Atla Dam og Johan Djurhuus [...] Djurhuus, sum lat uppaftur fyri nýggjum samráðingum. Avtala gjørd millum Atla Dam og Poul Schluter um uppafturtøku av samráðingunum, og í tí avtaluni lá, at tað skuldi setast ein felags donsk-føroysk em [...] Halgir limur og formaður í nevndini. ?Vit høvdu eitt sera gott samstarv í tí nevndini og ikki minst við Atla Dam, sum alla tíðina var sannførdur um, at tað fór at røkka á mál. Tað eydnaðist í 92 og minnist eg
runnu av stað uppi við Bólstein. Hann vaks upp hjá Hans Davidi, pápabeiggjanum og Kristiannu saman við Atla og Katrinu. Hans David var skipari á Mazeppu øll hansara barnaár, og var altíð hugnaligt at koma á [...] summarnæturnar saman við dúrandi hagafuglum og teirra lótum. Teltini vóru sum sagt heimagjørd. Teltið hjá Atla og Signari var framúr snøgt. Kristianna var ein tann fyrsta mamman, sum seymaði eitt slíkt telt burtur [...] ella eitt skip til børnini. Hans David hevði ein túrin heim við sær tveir lastbilar til Signar og Atla. Teir vóru blágráir á liti, høvdu reyða last og kundu vippa. Slíkar bilar hevði eingin drongur á Bakkanum