Oddagrein· Atli P. Dam

Atli P. Dam ella Atli, sum hann vanliga varð nevndur, var frá ungum árum stak vælskikkaður til eina politiska starvsleið. Politikkin hevði hann fingið inn við móðurmjólkini. Hann var hóast ungur á aldri ein av næstu ráðgevum hjá faðiri sínum P.M. Dam. Men hóast politiska bakstøðið valdi hann sær starvsleið sum verkfrøðingur og arbeiddi sum kunnugt uttanlands, tá heitt varð á hann um at koma heim til føðilandið at taka við landsstýrissessi eftir, at Javnaðarfloksins fremsti hugmyndafrøðingur, Villi Sørensen, landsstýrismaður brádliga var deyður. Atli tók skjóta og greiða avgerð, játtaði at taka á seg ábyrgdina, vælvitandi, at játtanin merkti annað og meira enn at sita í landsstýri, tað ið eftir var av valskeiðinum. Hann átók sær byrðina meira av pliktkenslu enn av huga. Hann visti jú betur enn nakar av sínum javnaldrum, hvat tað kostaði at standa á odda fyri flokki við tungari politiskari ábyrgd.

Tá Atli var vorðin landsstýrismaður kom hann skjótt at sýna framúr leiðaraevni, áræði og dugnaskap. Við sínum óvanliga sterku innlivingarevnum dugdi hann sera væl at seta seg inn í tey manga fløktu og torgreiddu málini. Hann megnaði eftir stuttari tíð at kunna seg við politiska umhvørvið í Føroyum. Atli nútímansgjørdi Javnaðarflokkin og hann fór við síni ómetaligu arbeiðsorku undir at nútímansgera Føroyar. Eingin einstakur politikkari hevur sum Atli Dam í nýggjari tíð sett sín dám á føroyska samfelagið. Politiskt var hann javnaðarmaður av tí gamal slagnum, kendi politiskt seg mest í ætt við teir, sum skaptu norðurlendska vælferðarsamfelagið, Krag, Palme og Gerhardsen.

Sum samráðingarmaður var Atli P. Dam tikin úr leikum. Hann stóð á odda í samráðingunum við ES og átti æruna bæði av, at tað eydnaðist Føroyum at sleppa undan limaskapi og av, at Føroyar fingu eina sera góða avtalu. Sum samráðingarleiðari var hann opin, erligur, gløggur, áhaldandi - dugdi betur enn nakar at síggja, nær hann skuldi halda fast og nær stund var at slaka. Hansara framúr analytisku evni komu honum til góðar í teimum politisku støðum, ið høvdu hansara størst áhuga nevniliga í samráðingum við útlendskar samráðingarnevndir. Her var hann so at siga á heimavølli. Soleiðis koma hann aftur av eini samráðingarferð fyri og aðri eftir við úrslitum, har hvørt var betur enn annað. Atli vann sær stóra virðing hjá mótstøðumonnum so væl sum hjá viðhaldsmonnum. Hann vann virðing við síni ómetaligu vitan, sínum sterku argumentatiónsevnum, sínum víðagitna áhaldni og við sínum reinlyndi. Hann dugdi sum fáur at síggja møguleikarnar í eini samráðingarstøðu. Hann sá, hvat ið var møguligt og hann gloymdi ongantíð, at í eini samráðingarstøðu var neyðugt at hava virðing fyri sínum mótparti og at lata eins væl og at taka. Vit kundu lagt afturat, at Atli mangan í samráðingum vann sær persónlig vinarløg, ið vardu fyri lívið, nakað sum kom øllum til góðar bæði á ein og annan hátt.

Sum løgmaður og sum flokksformaður spardi Atli seg ikki, samstundis sum hann mangan var í hørðum andgletti. Tað vil so vera. Hetta nervaði hann at síggja til lítið. Vit hava tó mangan lyndi til at gloyma, at politikkarar eru menniskju sum vit, og einhvør, sum hevur fylgt við í politikki, dugdi at síggja, hann mátti svølgja mangan beiskan bita. Men hann kendi sum fáur treytirnar og gav seg sum tann stóri politikkari og leiðari, hann var, undir hesar treytir og virkaði ótroyttiliga undir hesum mangan beisku politisku korum longri enn annar í løgmansembætinum.

Sum menniskja var Atli vinsælur, trúgvur og hjálpsamur. Hann dugdi væl at bera seg, var eitt tignarligt umboð fyri sítt land og sítt fólk. Hann var ættkærur og vinsælur, men kundi fyri teimum, sum ikki kendu hann, tykjast eitt sindur afturhildin við hvørt. Hetta komst av, at hann í veruleikanum innast inni var eitt sindur smæin, samstundis sum hann var bæði stórtøkin og hásinnaður. Við deyða Atla er ein epoka av í nýggjari føroyskari søgu. Føroyar hava mist ein stóran son, sum gav landi og fólki alla sína ómetaliga orku og øll síni góðu evni. Hugur okkara leitar til næstringar og tey, sum stóðu honum nær. Vit lýsa frið yvir minnið um hugsjónarmannin og stríðsmannin Atla P. Dam.
Sosialurin