Jústinus Leivsson Eidesgaard
???????????
Skiparin, reiðarin og vinnulívsmaðurin Eiler Jacobsen ivast ikki eina løtu, tá hann verður spurdur hvussu Atli Dam royndist tey 16 árini hann sat sum løgmaður. Orðini liggja á varrunum og koma beinanvegin.
? Atli Dam var ein ótrúligur forhandlingsleiðari, tað var eg so ofta vitni til, tá hann stóð á odda fyri fiskiveiðusamráðingum úti í heimi. Hann var seigur, hann var treiskur og hann gavst ongantíð á hondum. Stóð í botni, so gav hann ikki upp, men legði hann aftur á aftur seinni, sigur Eiler Jacobsen.
? Vit vóru so víða og tingaðust um fiskirættindi. Í Portugál, í Russlandi, í Noregi og mangar aðrastaðir. Hann var samráðingarleiðarin, tað var hann sum førdi samráðingarnar, vit vóru ráðgevarar og hann dugdi væl at finna síðan ráðgevar. Atli var ótrúliga væl inni í tingunum. Hann visti alt. Hann kom avgjørt ikki tómhentur til eitt samráðingarborð og hann fór sjálvdan tómhentur frá einum samráðingarborði, sigur Eiler Jacobsen, sum er upptikin av at Krúnborg er komin aftur av næsta túrinum í eitt strekk við góðum fongi, tá ið Sosialurin ringir. Seinastu tveir túrarnar hevur hon veitt 6000 tons av svartkjafti vestan fyri Írland seinastu dagar-nar í ringum veðri, og nú var tað ivasamt, um teir tordu til Føroya, tí sáttmálaviðurskiftini eru so ótrygg.
? Atli Dam var í velmaktini, tá samráðingarnar vóru millum hann og Halstein Rasmussen úr Noregi í sjeyti og áttatiárunum og norðmenn høvdu virðing fyri Atla. Og orsøkin til hetta var júst tann, at hann fylgdi so væl við, og var so væl inni í tingunum. Eg upplivdi javnan sum reiðari, at Atli ringdi til mín fyri at vita hvussu stóð til í flotanum og hvussu gekk við mínum skipum og tað var ikki bara til mín hann ringdi. Hann visti eins nógv og eg sjálvur um støðuna hjá flotanum og um viðurskiftini í fremmandu sjógvi, tí fekk hann so nógv burtur úr sum samráðingarleiðari, sigur Eiler Jacobsen.