Atli Dam farin
Tey mongu árini hann var fremstur í føroyskum politikki og formaður Javnaðarfloksins var hann eisini fremsta umboð vegna eigararan av blaðnum. Tað skal sigast til hansara rós, at hann legði seg ongantíð út í arbeiðið á blaðnum, hóast hann kundi verið ósamdur við okkara raðfestingum og avgerðum. Var hann ósamdur ella ónøgdur við okkurt, so gjørdi hann vart við tað og síðani var tað gloymt.
Hann var tó ein dyggur moralskur stuðul hjá okkum øllum á blaðnum, sum arbeiddu fyri at gera Sosialin til eitt tíðindablað. Hann var eisini at dyggur moralskur stuðul, tá stór tøk skuldu takast so sum at flyta í nýggj høli á Argjum. Tað er tí sera spell, at Atli ikki skuldi sleppa at uppliva komandi flytingina oman í Vágsbotn, har heilt nýggir karmar koma at skapa spennandi og spildurnýggjar møguleikar bæði á fjølmiðla- og mentanarøkinum.
Eg skal vegna øll starvsfólkini senda eina seinastu heilsan tíl tin Atla og til tíni næstu. Umframt at vera ein gløggur eygleiðari og slóðbrótari á nógvum samfelagsøkjum var tú eisini eitt sera gott og vinsælt menniskjað. Tú var okkum á blaðnum ein sera góður stuðul og tøkk fyri tað.