Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm leikti í kvøld grannauppgerð móti Brommapojkarna í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Dysturin á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi endaði við 2-1 sigri til AIK.
Thomas Poppler Isherwood legði AIK á odda 10 minuttir undan steðginum. Tá 64 minuttir vóru leiktir javnaði útiliðið til 1-1.
AIK hevði væl fleiri málmøguleikar, men tað var ikki fyrrenn beint undan dystarloki, at Kevin Filling skoraði sigursmálið. Seks minuttir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat vóru leiktir, tá AIK knógvaði sigurin, og so kundu Mikkjal og hansara menn stórfegnast.
Tað er hent ikki so sjáldan í Mikkjalsa tíð í AIK, at teir hava vunnið dystin ella tryggjað sær javnleik í tíðini dómarin hevur lagt aftrat.
AIK er triðfremst í deildini við 43 stigum. AIK hevur trý stig upp til Hammarby, ið er næstfremst í deildini við 46 stigum. Mjällby er langt fremst við 56 stigum, og tað er lítil ivi um, at teir fara skjótt at vinna teirra fyrsta meistaraheitið nakrantíð. AIK er bert tvey stig frammanfyri IFK Göteborg, so stríðið um evropeisku plássini er sera hart.
Komandi mánakvøld klokkan 18.10 hevur AIK dyst á útivølli móti IFK Norrköping.