fáa skeinur. Tað týdningarmesta er, at tað sæst væl út. Mál er í høvuðsheitinum líka nógv ein listagrein sum ein vísindagrein. Vanliga kendar grundreglur eru fyri bæði málninga- og tónlist, men vøkur listaverk [...] er meira ein yrkisspurningur. Eftir ávísum frammanundan ásettum reglum gert tú av, hvat ið er gott og rætt føroyskt í dag. Hesar reglur eru tó ikki altíð so avgjørdar. Tað er, sum nevnt, ofta ein listagrein [...] listagrein – ein estetisk fatan av, hvat ið rætt er. Málnýskipan er nakað heilt annað. Hetta er í roynd og veru ein politiskur spurningur, um vit vilja halda eina nýggja kós í málspurningum frameftir, og um
avgerast skal, hvør fær krossin á valdegnum. Ein persónur, sum sær gott út og hevur gjørt sær ómak við klæðum og hárið, hevur størri møguleika at fáa okkara álit enn ein, ið er kloddutur og skitin. Tað vit siga [...] lýsingatilfar uppundir val, burdu teir eisini farið til ein stílserfrøðing og fingið ráð um klæði og hár. Helena Dam av Nestabø Umdømi um stílin: Helena er ein snøgg og vøkur dama. Hon er oftani klassiskt klødd [...] hálsband. Annika Olsen Stílur: Annika er ein flottur politikar, sum kann bera tættari snið. Hon er ofta í klædningsjakka, sum signalerar autoritet. Kann betrast: Annika er ein gimsteinur, sum trongir til fínpussing
perspektivinum, men sum tó samstundis hevur ein ómissandi týdning fyri tað einstaka menniskja. Hví skal hendan bókin lesast? Bókin er ein tann besta hjá Kundera, ið er ein fantastiskur rithøvundur. Bókin nemur [...] søguuppbygnaðarliga brýtur bókin upp av nýggjum, og sum ein avbjoðandi lesiuppliving er hon framúrskarandi. Hvør skal lesa hesa bókina? Hetta er ein bók fyri tey, ið søkja eina avbjóðing og okkurt nýtt. [...] dogmatisk. Man hómar, at bókin hugsar og kennir á sær saman við einum, meðan man lesur. Hetta er ein heildarbók, ein bók sum uppfyllur allar fortreytirnar fyri eina góða bók. Hvør skal lesa hesa bókina: Henda
Men bíða líka, her er ein annar, sum mær eisini dámar sera væl. Óli blaðar nú upp í nótabókina, og løtu seinni spælir hann ein annan kendan og góðan sálm – hesaferð ”Mær er sagt um ein stað í tí høga”. Eg [...] elski at ganga túrar runt her í oynni. Í morgun var eg aftur ein túr á Eysturhøvda. Tú, og tað løgna er, at tað umgongst ikki, at ikki ein sálmur ella báðir tveir koma til mín soleiðis, meðan eg gangi [...] hann so smátt byrjaði at spæla til sálmasangin í Svínoyar kirkju. Skal Óli taka ein einstakan sálm úr rúgvuni, so er ein av teimum fyrstu, ið hann hugsar um, sálmurin ”Algóði Gud mín faðir er”, sum Mikkjal
uppá, segði Petur Øl. Oy hevur ein bryggjara úr Italia, og í sambandi við, at nýggja bryggjaríið nú er farið í gongd hava tey eisini havt ein bryggjara frá Warpig, sum er ein kend brewpub – bryggjaríbarr [...] eisini leiðari á bryggjarínum Okkara. Hjá honum tað sum vera man ein stór løta, tað nýggja bryggjaríið lat hurðarnar upp í gjár. – Hetta er ein stór løta hjá okkum øllum, helt hann fyri. ##med2## – Tá veðrið [...] Hálsi, og sum er ein av stóru partaeigarunum í Gist & Vist samtakinum. ##med3## – Hann greiddi mær frá, at hann hevði eitt spennandi prosjekt í gongd. So fóru vit her niðan á Háls í ein tóman bygning, og
– Tað er eitt lív, eg ikki fekk livað. Tað er ein sangur, eg ikki fekk skrivað. Tað er ein pláta, eg noyddist at gera. Tað er ein tónleikamentan, sum altíð vil vera. Soleiðis skrivar Steintór Rasmussen [...] eygleiðingarnar siga søguna um ein fjølbroyttan og broyttan bý: Og bøllarnir teir róptu men ongum gjørdu mein / Tað vóru nakrir vísarar av hinum slagnum ein / Tú vitsti um ein børsara sum koyrdi taxabil [...] »Eftir Klaksvíksvegnum«. – At hesin dagurin upprann er eitt sindur stórt í míni verð. Ein klassiskur húsi og ein pláta við tólv skeringum er veruleiki. Egin orð og løg á mínum kæra móðurmáli ... Viny
klár til at hava løðistøðir. Fyri at tað skal gerast møguligt hjá øllum borgarum at velja ein elbil, heldur enn ein bensin/dieselbil, er sjálvandi neyðugt, at borgarar hava møguleika at løða bilin heima ella [...] er hend hetta seinasta árið er, at ein hart tiltrongd skjótløðistøð er komin afturat á Skálatrøð í Havn, aftuat einari AC-løðistøð afturat. Men SEV hevur váttað, at ein skjótløðistøð kemur í Gøtudali, Skálabotn [...] sum skulu fáast greiðu á, fyri at betra um umstøðurnar, soleiðis at fleiri og fleiri velja ein elbil framum ein vanligan bil. Politiskt er ikki nógv hent á økinum. Bæði lands- og kommunupolitiskt er tað
koma fram um grundregluna, at ein flokkur skal standa saman. Annars er talan jú ikki um ein flokk. Skal flokkurin virka sum ein flokkur, má tað tí fáa avleiðingar, tá ið ein tinglimur áhaldandi virkar ímóti [...] Fortreytin fyri hesum er, at flokkurin hevur trúvirði, og at hann virkar sum ein sterk eind. Tí eigur tað at fáa avleiðingar, tá ið ein tinglimur ferð eftir ferð virkar, talar og atkvøður í andsøgn við flokkin [...] kurin hevði leiðsluna av, eins og hann kallaði táverandi løgmann og formann Javnaðarfloksins fyri landasvíkjara frá Løgtingsins røðarapalli. Tann 23. august í ár samtykti ein samd floksleiðsla, at Jav
so ein góð loysn í spurninginum um útlendska arbeiðsmegi? - Ein góð loysn er ein loysn við skipaðum viðurskiftum. Ein góð loysn er ein loysn, sum er rímuliga løtt at fyrisita. Ein góð loysn er ein loysn [...] Broytingarnar í útlendingalógini eru ein vánalig loysn, tí neyðuga arbeiðið er ikki gjørt, hóast ríkilig tíð hevur verið til hetta. Úrslitið kann gerast tann reini ruðuleiki, tí fylgilógir, eftirlit o [...] flokkur hansara, sum nú fyrisita málið, halda ikki lyftini, ið førd hava verið fram seinastu mánaðirnar. Ein fylgilóg um setanarbræv er gjørd og eitt arbeiðsloysi mark á 3,5% er ásett í lógina, men hetta er langt
Sólurið, ið er rist niður í helluna úti á Tinganesi. At Sólurið í veruleikanum er ein kumpass er ein søga fyri seg - og bara ein av søgunum um tey fleiri enn 100 merkini úti á Tinganesi, sum geografurin Rolf [...] tilhoyrandi teksti. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst er ein yvirlitsmynd, sum vísir allan lokalitetin; síðan ein mynd av steininum; og so ein nærmynd av merkinum. Soleiðis skuldi tað verið møguligt hjá [...] Guttesen og legði skemtandi afturat - Fyri meg verður tað eisini ein lætti at kunna ganga upprættur og hyggja upp, næstu ferð eg fari ein túr út á Tinganes. Livandi dramatikkur Arbeiðið við mongu merkjunum