Fyri stuttum hoyrdist, at ein nýggjur telduormur gjørdi um seg í USA. Nú er støðan so kritisk, at amerikumenn hava fingið FBI at arbeiða uppá sakina. FBI veit at siga, at teldan smittaði 1200 teldupostar fyri hvørt sekund, ið fór, tá ið tað var upp á tað ringasta. Hetta er ein av teimun størsta av sínum slagi.
Ein av teimun størstu
FBI greiðir frá, at hetta er ein av teimun heilt stóru telduormun. Síðsti ormur, ið FBI var í holt við, SoBig, smittaði bert 17. hvønn t-post, meðan hesin nýggi smittar 12. hvønn. Men hesin ferðast ikki bert gjøgnum t-postar, men eisini gjøgnum forrit so sum Kazaa. Hetta er eitt forrit, ið ger tað møguligt hjá fólki at senda fílar til hvønn annan gjøgnum alnetið.
Neyðugt at hjálpa til
? Tá ið støðan var upp á tað ringasta, bleiv 12. hvør teldupostur smittaður, og tá var neyðugt at fáa professionella hjálp, greiðir talsmaðurin hjá FBI, Paul Bresson frá. Bert í New York vóru 1.8 mió. tilburðar av smittu.
Sum sagt so kemur telduormurin sum oftast sum ein t-postur. Sum evni á postinum stendur »Important information for you«, og heitið á fílinum er »MYPHOTO.ZIP«.










