Xenon lyktirnar gera nátt til dag

Seinastu 75 árini hevur verið ein long menning av billyktunum frá teimum fyrstu veiku gløðiperunum til halogen-lyktirnar og víðari til nýggjastu xenon-lyktirnar. Drívmegin í allari hesari menning er ynski um tryggari náttarkoyring

Nýggir bilar við xenon-forlyktum eru vorðnir alt meira vanligir seinastu árini. Vit leggja tað til merkis, tá vit møta bilum við sera sterkum ljósi í forlyktunum.

Xenon er ein slag av gassi, sum er í nýggju perunum. Í meðan ein vanlig halogen-pera nýtir 12 volt, brúka xenon-perurnar 23.000 volt, tá hon verður sett til. Hesi 23.000 voltini fáa ein neista at loypa millum tvær elektrodur inni í peruni, har sum xenon-gassið er. Síðan minkar spenningurin til 85 volt og ein ljósbogi rennur nú konstant millum elektrodurnar.

Fyrimunir við xenon-lyktunum er, at ljósið er meira hvítt enn á halogen-lyktunum og líkist meira dagsljósi. Xenon-perurnar hava nógv longri livitíð enn halogen-perurnar. Hetta tí tær hava ongan gløðitráð, sum kann slitna.

Xenon-perurnar halda umleið fimm ferðir so leingi sum vanligar halogen-perur. Halogen-perurnar kosta millum 60 og 100 krónur, í mun til Xenon-perurnar sum kosta umleið millum 1100 og 1500 krónur. Ljósstyrkin kann ikki samanlíknast, ein kanning hjá FDM vísir, at Xenon-perunar lýsa umleið 70 metrar longri fram á vegnum enn halogenperurnar. Xenon-perurnar kunnu ikki eftirmonterast, tí forlyktirnar mugu vera sergjørdar til Xenon-perur.