? Eg var stødd í Danmark tá. Eg var innløgd á sjúkrahúsi, so eg var so heppin, at eg kundi fylgja við hendingini í sjónvarpi. Eg minnist, at vit lógu allir sjúklingarnir og hugdu at, tá teir lendu á mánanum. Øll vóru ræðuliga spent uppá, hvat teir mundu fara at siga.
Eg meini so avgjørt, at tað var eitt svart/hvítt sjónvarp, sum vit hugdu at. Minnist bara so øgiliga væl ta hvítu draktina, sum teir vóru í. Tað var ein virkuliga spennandi løta. Uppihaldsstovan á sjúkrahúsinum var full av fólki, tí tað var bert tað eina sjónvarpið.
Øll tosaðu um hetta aftaná. Tað ótrúliga, sum ein hevði sæð, og eg ringdi heim at greiða frá. Man hevði jú ongantíð trúð, at tað skuldi fara at bera til at koma upp á mánan.
Eg haldi ikki, at eg fekk greitt so mikið væl frá tí heima, at tey skiltu tað rættiliga. Tey høvdu hoyrt tað í útvarpinum, men tað mundi ikki gera líka stórt inntrykk á tey, sum á meg. Tað var jú nakað serligt at kunna síggja tað, og var eg heima í Føroyum tá, so sá eg tað ikki.