Søguligi møguleiki Jóannesar

Sambandsflokkurin fór til val upp á at veittra fullveldinum farvæl, men fekk ein framaná ístaðin. Hinvegin vann farna samgongan ein tinglim upp á at halda fast við eina hóvliga sjálvstýristilgongd.
Støðan júst nú er ein søguligur møguleiki hjá Javnaðarflokkinum at fáa ta breiðu semjuna um sjálvstýrismálið millum ACE og teir smáu flokkarnar.
ACE kunnu semjast um eina hóvliga gongd. Tí er hetta rætta samansetingin.
Javnaðarflokkurin hevur tosað nógv um at fáa avgreitt ríkisrættarliga spurningin, so tað ikki liggur sum eitt konstant ófriðar-element í Føroyskum politikki. Nú er møguleiki at fáa tjóðskaparligu semjuna í hús. At arbeiða við at fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap, at Grundlógararbeiðið heldur fram og fæst frá hondini, at yvirtøkur halda fram, og at føroyska samfelagið verður lagað til okkara egnu umstøður og tørv eftir einum tryggum leisti, har 80% av fólkinum er við.
Sjálvstýrisrørslan hevur sera djúpar røtur í fólkinum, og neyvan verða tað støðug politisk viðurskifti, um tilgongdin móti sjálvbjargni verður steðgað nú. Føroya fólk vil hava ein framhaldandi sjálvstýrstilgongd. Tað prógvaði valið m.a.
Júst nú hevur Jóannes møguleikan at savna størsta partin av fólkinum um eina gongda leið og gerast hetja fyri eftirtíðina.
Tak við avbjóðingini. Tak av søguliga møguleikanum Jóannes!