Nýggj bók um Volvo Amazon

”Volvo Amazon - en fest for øjet i linier og farver” er heitið á nýggju bókini um kenda svenska klassikaran Volvo Amazon, sum bleiv 50 ár í heyst


Í sambandi við at Volvo Amazon fylti 50 ár í heyst, er útkomin ein bók, sum er skrivað av limunum í ”Volvo Amazon Klub Danmark”, Ole Callesen og Kim Frandsen. Tað hevur tikið teimum meira enn fimm ár at fullføra verkið, sum er ein prýðilig bók við heitinum ”Volvo Amazon - en fest for øjet i linier og farver”. Tað er danska forlagið ”Motorploven”, sum áður hevur givið út fleiri bøkur um bilar, motorsúkklur og traktorar, ið gevur bókina út.
 
Bókin er upp á tilsamans 432 síður í litum við hópin av gomlum myndum, lýsingum og øðrum í hesum sambandi. Eisini er ein gjølla gjøgnumgongd av øllum teimum ymisku árgangunum frá 1956 til 1970, tá framleiðslan helt uppat.
 
Dentur verður lagdur á tann samfelagsliga týdning Volvo Amazon hevur havt í Danmark gjøgnum árini. Amazonar hjá danska kongahúsinum og luttøkan í donskum motorsporti, og hvat teir ymisku motorjournalistarnir hava sagt um bilin.
 
Ein áhugaverd bók hjá teimum sum hava áhuga í søguni um Volvo Amazon, sum er ein av best umtóktu gomlu bilum yvirhøvur.
 
Bókin kann bíleggjast á heimasíðuni www.motorploven.dk ella á tlf. 0045 86983177 / 0045 86426613 (Køsters Motorboghandel í Randers). Í Danmark kostar bókin 348 krónur.