kanning í 2005 við tí endamáli at staðfesta, um hetta konseptið hevur áhuga í øðrum evropeiskum londum. Higartil eru um 1000 km. av hóskandi bergi eyðmerkt í Evropa. Um 10% av hesum kunnu gagnnýtast effektivt [...] Harnæst kunnu vit fáa enn eina orkukeldu treytað av, at verkætlanin hepnast. Um so er, verður møguleiki fyri at gagnnýta vitanina um alduorku vinnuliga í altjóða høpi. Kostnaður og fígging SeWave er eitt partafelag [...] verkætlanini. Roknað verður við, at SEV og Føroya Landsstýri fíggja um 40% av kostnaðinum, meðan ES og útlendskir íleggjarar fíggja 60%. Sáttmálin um stuðulin frá ES til verkætlanina varð undirskrivaður 1. apríl
seinasti gullklumpurin varð høgdur úr serbiska náminum. Ringarnir Tíðindini um avrikið hjá dronginum úr Vági eru longu farin um allan heim. Størsta tíðarritið innan svimjing hevur verið framvið og onnur [...] krígnum. Í apríl mánaða 1999 varð Tašmajdan bumbað í NATO-álopum, og í dag stendur ein varði til minnis um børnini, sum lótu lív í bumburegninum. Mitt í hesum øki blómar ítrótturin í dag. Tašmajdan Sports Center [...] nakrantíð áður í kapping. Yvirskot til at vísa ræðandi sjálvsálit, ið tóktist at fáa mótstøðumenn at hugsa um annað- og triðjapláss, tá nú fyrstaplássið varð bílagt fyri norðan. Og yvirskot at halda bæði bein
sigur Martin Strøm. Úrslitið er, at menn fara aðrastaðni við bátum sínum. Fleiri eru leitaðir norður um Fjørðin, sigur Martin Strøm, sum sjálvur ætlar sær í Vágarnar við sínum báti at rógva út. Hann vísir [...] undir Føroyum. Tað er fólk frá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Og teir geva fráboðanir um, hvar skipini eru stødd. So, um útróðrarmenn hava hug at vita, hvar hesi skipini eru, og hvar tað loysir seg hjá teimum [...] galið. Nú hava teir ligið og larmað alt summarið. Í bestu fiskitíð hjá smáu bátunum hava teir dundrað um allan grunnin sunnanfyri, soleiðis at bátar als ikki hava fingið roynt á vanligum summarfiskileiðum
tey verða allarhelst fingin í rættlag, tá ið vit hava loyst, um ikki fyrr. Reiðaríið er nevniliga sinnað til at tryggja teimum eftirlønina, um ein teirra snávar á og missir sítt dagliga livibreyð. Og seinastu [...] ið verður tikið upp á sleip, um illa skuldi borið á. Nei, tað er vánaligur sjómansskapur at loysa ella kappa, tá ið álitið á reiðarí og yvirmenn er so lítið, og óvissan um, hvagar leiðin gongur, er so [...] reyv, var sildartíðin nær. Tað var sum í Sildarvalsinum.. Lív kom í alt, alt andaði av treysti og vón um bjarta og ríka framtíð. Henda tíðin var spennandi og vónrík. Skipið var »Norðstjørnan«, TN 131, eitt
greitt, at Tjaldur ikki bert var komið til høvuðsstaðin fyri at fyri at fara norður aftur við einum sekki. Talan var kanska ikki um nakað flótandi hondbóltsspæl, men leikararnir stríddust sera væl, og tá so [...] Hondbóltur Tað verður ofta sagt um tey góðu liðini, at av eyðkennum teirra er, at tey eisini megna at vinna sær stig á teimum »ringu« døgunum. Nú skulu hesar reglur ikki fara t staðfesta Neistan sum ein [...] Neistin spælt tríggjar dystir, og í ongum av hesum hevur spælið borið á tann bógvin, at talan her er um ein FM-kandidat. Hinvegin hevur úrslitið av hesum dystum verið, at felagið hevur eina málúrtøku upp
nú teir skuldu royna seg móti oddaliðnum. Vakurt mál Talan var um stevnudyst, og tí høvdu kanska fleiri fólk enn vanligt leitað sær norður til Eiðis, og fyrstu løtuna var eisini nógv, sum bendi á, at í [...] til yngra beiggjan, Hans Paula, og við eini neyvari sending yvir 40 metrar varð bólturin lagdur inn um HB-verjuna, har Vinjard Dam var fyrstur á, og umvegis báðar stólparnar kundi hann leggja vertirnar [...] at ota seg móti brotsteiginum. Trýstið kom ongantíð Menn vóru helst farnir at venja seg við tankan um, at her fór heimaliðið at vera omaná fyrra umfarið, men beint undan steðginum fekk HB eina lívlínu
var ov stórur biti. Nú fer tað nógv at ráða um hugburðin hjá vágbingum. Avbjóðingin hjá teimum verður ivaleysta stór komandi sunnudag. GÍ kemur suður, og um VB tapir fyri triðju ferð á rað, so verður tað [...] landskappingini varð spælt sunnudagin. Hósdagin í hesi vikuni koma seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið fyri, og sunnudagin verður fimta umfarið í landskappingini. Áðrenn vit koma so langt [...] hava at umboða Føroyar ímóti Sveis og Jugoslavia, og í hvussu so er í tí sambandinum fæst at vita, um Todi Jónsson verður tøkur á landsliðnum. Fjórða umfarið í landskappingini var søguligt á tann hátt
hugsningur um at hava í oynni. Olaf sipaði til vegakervið, sum er so nógvar ferðir betri nú, enn tað var í 1970, tunnlarnar millum Fjarða og ígjøgnum Leirvíksfjall, sum knýta oynna saman bæði norður og suður [...] landspolitikki mánakvøldið í síðstu viku hittust at lýsa støðuna hjá vinnulívinum í oynni og at tosa um framtíðarvánirnar, so mundu luttakararnir longu frammanundan hava eina fatan av, at økið er eitt tað [...] og at gongdin tey seinnu árini hevur verið hugalig. Luttakaratalið ? talið á luttakarunum knappaðist um hálvtannað hundrað ? boðaði frá, at tað er nógv lív í, og á fundinum vórðu tøl løgd á borðið, sum staðfestu
og Íslands og eisini røkja suðuroyarsiglingina. Nýggja ferjan siglir uttanlands um summarið, og frá Tórshavn til Suðuroy um veturin. Frá 84-86 siglir Smyril til Skotlands. Frá 92-96 siglir Smyril til Aberdeen [...] árini var bert siglt uppá Føroyar um summarið. Tørvurin øktist tó eisini at sigla við farmi, og í 1998 byrjaði Norrøna at sigla millum Føroyar og Danmark alt árið. Um summarið var siglt millum Ísland, [...] sigldi fyrsta túrin úr Traveünde í Týsklandi til Hanstholm og síðani til Føroyar. Her er søgan í stuttum um níggju skip, sum hava røkt ferðafólkasigling millum Danmark og Føroyar seinastu 100 árini: Dronning
fólkatalsgongdini í økjunum, ið higartil hava fingið undirsjóvartunnil. Hetta er ein ábending (indikator) um virknaðin av tunlinum. Eg havi prosentroknað tey tíggju árini frá og til tunnilin lat upp og árini [...] at Sandoyartunnilin tískil gevur viðrák. Mítt frágreiðingarmodell er her, at talan í báðum førum var um tvey rættiliga undirment (afturútsigld) øki, ið knappliga vórðu knýtt at hámentu Streymoynni og harvið [...] virknað. Í veruleikanum hevur hann mest ført til eina innanhýsis nettoflyting í Eysturoynni – frá norður til suður. (Eysturkommuna liggur í miðjuni.) Orsøkin til misjavna virknaðin er eisini, at Eysturoyggin