Dronning Alexandrine

Níggju skip sum hava siglt millum Føroyar og Danmark

Dronning Alexandrine tók í 1927 153 ferðafólk. Nýggja Norrøna kundi í 2003 taka 1.482 ferðafólk

Dronning Alexandrine

Í dag eru tað 20 ár síðani, at nýggja Norrøna á fyrsta sinni kom á Havnina. Tað var tann 10. apríl í 2003.

 

Tríggjar dagar frammanundan, tann 7. apríl, hevði Smyril Line yvirtikið skipið á týsku skipasmiðjuni og sigldi fyrsta túrin úr Traveünde í Týsklandi til Hanstholm og síðani til Føroyar.

 

Her er søgan í stuttum um níggju skip, sum hava røkt ferðafólkasigling millum Danmark og Føroyar seinastu 100 árini:

 

Dronning Alexandrine

 

1927-1939

 

M/S Dronning Alexandrine (bygt 1927) hjá DFDS sigldi til Føroya í árunum 1927 til 1939. Undir 2. veraldarbardaga lá skipið í Keypmannahavn, og var eisini eitt skifti í 1944 til 1945 hertikið av týskarum. Eftir veraldarbardagan sigldi Dronning Alexandrine aftur á rutuni Keypmannahavn - Føroyar - Reykjavík í árunum 1945 til 1965, tá skipið bleiv selt til upphøggingar. Pláss var fyri 153 ferðafólkum.

 

##med2##

 

Tjaldur

 

1947-1953

 

Skipafelagið Føroyar keypti í 1947 S/S Gullfoss (bygt 1915) frá Eimskip í Íslandi og sigldi skipið undir navninum S/S Tjaldur fyri Skipafelagið á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn í árunum 1947 til 1953. Pláss var fyri 74 ferðafólkum.

 

##med3##

 

Tjaldur

 

1953-1967

 

Í 1953 fekk P/F Skipafelagið Føroyar sítt nýggja Tjaldur, ið var bygt á Aalborg Værft. Hetta var eitt stórt framstig fyri siglingina millum Føroyar og Danmark. Skipið var sera snøgt innrættað við 1. klassa, 2. klassa og 3. klassa til ferðafólk og tyktist ógvuliga nýmótans í mun til undanfarnu skipini. Skipafelagið lýsti millum annað við cruisetúrum úr Keypmannahavn til Føroya, har búgvast kundi umborð meðan siglt var millum ymsar bygdir í Føroyum, áðrenn leiðin gekk aftur til Keypmannahavnar.

 

##med10##

 

Tjaldur sigldi eisini skjótari enn undanfarnu skipini. Siglingartíðin millum Føroyar og Keypmannahavn var stytt við einum heilum samdøgri. Sigast má, at føroyingar veruliga tóku hetta snotuliga Tjaldur til sín við heilum hjarta. Pláss var fyri 447 ferðafólkum. Tjaldur sigldi við farmi og ferðafólkum alt árið millum Føroyar og Keypmannahavn frá 1953 til 1967.

 

##med4##

 

Kronprins Frederik

 

1966-1974

 

M/S Kronprins Frederik (bygt 1941) hjá DFDS sigldi til Føroya í árunum 1966 til 1974. Nógvir føroyingar minnast væl skipið, sum millum manna vanliga varð kallað “Krúnprinsurin”. Umborð var pláss fyri 358 ferðafólkum. Eisini var pláss fyri nøkrum persónbilum, men bilar máttu hivast umborð við krana. Skipið var útgjørt við nakað so nýmótans sum stabilisatortangum, sum gjørdi, at skipið ikki rullaði so illa. Tað var væl umtókt av ferðafólkum, tá veðrið sum kunnugt ikki altíð er av tí besta í norður Atlanshavi. 

 

##med5##

 

England

 

1974-1980

 

Áðrenn 1974 var bert í lítlan mun møguligt at fáa bilin við sær, tá man fór við skipi til Danmarkar at ferðast. Ferðafólkaskipini høvdu einki bildekk, men kundu taka nakrar fáar bilar, sum tó máttu hivast við krana umborð á skipið. Hetta broyttist munandi í 1974, tá DFDS setti M/S England at sigla á rutuni millum Danmark og Føroyar. M/S England hevði gjøgnumgangandi bildekk, har pláss var fyri 120 bilum. Eitt stórt framstig, og nú var lagamanni at taka bilin við sær, tá man fór at ferðast. Tað gjørdu nógvir føroyingar og útlendingar gjørdu sær dælt við. Pláss var fyri 634 ferðafólkum umborð. M/S England sigldi til Føroya um summarið í árunum 1974 til 1980.

 

##med6##

 

Winston Churchill

 

1981-1992

 

Í 1981 setti DFDS M/S Winston Churchill inn á rutuna til Føroya ístaðin fyri M/S England, ið hevði røkt rutuna seinastu 7 sumrini. Hetta skipið var eitt sindur minni enn M/S England, men skipini líktust tó annars rættiliga nógv. Winston Churchill hevði eisini gjøgnumgangandi bildekk við pláss fyri 180 bilum, og umborð vóru 390 koyggjur til ferðafólk. Tó var pláss fyri 462 ferðafólkum. Vanligt var tá, at man kundi keypa sær ferðaseðil við dekksplássi ístaðin fyri at hava kamar á ferðini. M/S Winston Churchilll sigldi til Føroya um summarið í árunum 1981 til august 1992, tá tað sigldi seinasta túrin til Føroya. Hetta var eisini endin á skipasøguni hjá DFDS á Føroyaleiðini, tí tá gavst DFDS endaliga at sigla til Føroya.

 

##med7##

 

Smyril

 

1975-1982

 

Í 1975 keypti landsstýrið ferju Morten Mols frá donsku Mols-Linjen. Skipið fekk navnið Smyril og skuldi bæði røkja uttanlandssigling við sigling til Noregs, Skotlands og Íslands og eisini røkja suðuroyarsiglingina. Nýggja ferjan siglir uttanlands um summarið, og frá Tórshavn til Suðuroy um veturin. Frá 84-86 siglir Smyril til Skotlands. Frá 92-96 siglir Smyril til Aberdeen, tá Strandfaraskip landsins missa rættin til at sigla uttanlands, tí landið metir tað er skeivt, at almennur stovnur er í kapping við privatar, ið sigla við farmi og ferðafólki uttanlands. Síðani siglir Smyril einans ímillum Tvøroyri og Tórshavn, inntil hann í 2006 verður seldur til Gran Kanaria. Har verður hann umbygdur, og verður hann síðani settur at sigla í innanlands oyggjafarleið í  Vesturindia. Í 2008 fekk Smyril navnið Isalita, og bleiv seldur til Kap Verde oyggjarnar. Í 2010 endaði Isalita sínar dagar í Dakar, har hon varð tikin av Lloyds Register.

 

##med8##

 

Fyrra

 

Norröna

 

1982-2003

 

Fyrra Norrøna var sett í sigling millum Føroyar og Danmark í 1983. Hetta var eitt nýbrot í føroyskari millumlandasigling, tí Norrøna var keypt og sett í sigling av nýstovnaða felagnum Smyril Line, ið privatir høvdu tikið stig til at stovna árið fyri. Skipið, ið var bygt í 1973, kallaðist áður Gustav Vasa og var skrásett í Svøríki. Tá skipið var keypt til Føroya, var tað umbygt og nútímansgjørt á skipasmiðjuni í Flensburgh, áðrenn tað var sett í sigling. Eftir tátíðar metum var skipið eitt meira framkomið og modernað skip við pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 250 bilum. Sostatt var tað væl størri og betri enn tey skip, ið áður høvdu siglt á leiðini millum Føroyar og útlond. Fyrstu árini var bert siglt uppá Føroyar um summarið. Tørvurin øktist tó eisini at sigla við farmi, og í 1998 byrjaði Norrøna at sigla millum Føroyar og Danmark alt árið. Um summarið var siglt millum Ísland, Føroyar, Hetland, Lerwick, Bergen og Danmark í ymsum tíðarbilum hesi árini frá 1983 til 2003, tá nýbygd Norrøna var sett í siglingina. 

 

##med9##

 

Seinna Norröna

 

2003-

 

Seinna Norrøna kom til Føroya í 2003. Her var aftur talan um enn eitt nýbrot í føroyskari ferðafólkasigling. Smyril Line hevði tá ásannað, at tíðin var farin frá fyrru Norrønu, sum var bygd í 1973 og kom til Føroya í 1983. Nú var stundin komin at bróta burtur úr nýggjum og at byggja eina nýggja luksusferju at røkja siglingina millum Føroyar og útlond. Nógv var lagt fyri. Smyril Line gjørdi sáttmála við Flender Werke í Lubeck um at byggja skipið, og í apríl 2003 var henda nýbygda Norrøna sett í sigling. Pláss er fyri 1482 ferðafólkum og 800 persónbilum ella 130 trailarum.

 

Keldur: Smyrilline.fo, ssl.fo, Sosialurin, in.fo

 

Dronning Alexandrine

Tjaldur 1947-1953

Tjaldur 1953-1967

Kronprins Frederik 1966-1974

England 1974-1980

Winston Churchill 1981-1992

Smyril 1975-1982

Fyrra Norröna 1982-2003

Seinna Norröna 2003-

"Tjaldur" fer av Havnini - gamal svart/hvítur 8 mm filmur frá 1950-unum (Gunnar Gunnarsson)

"Tjaldur" fer av Havnini - gamal svart/hvítur 8 mm filmur frá 1950-unum (Gunnar Gunnarsson)