So fall HB

EB/Streymur-HB 2-1 (1-1):
Eftir 16 dystir í lands- og steypakapping uttan tap, var HB offur fyri eini sensatión, tá teir uppiborið vóru við undirlutan móti EB/Streymi á Eiði

Fótbóltur

Tað varð sagt undan dystinum móti EB/Streymi, at HB avgjørt ikki roknaði við lættari uppgávu, hóast stigatalvan boðaði frá, at stórur munur var ímillum liðini bæði.
HB hevði als ikki tapt teljandi dyst, meðan heimaliðið hinvegin bert átti ein sigur í dystinum móti Skála at vísa á.
Betri gjørdist støðan hjá EB/streymi ikki, av at teir fyri viku síðani fingu rættan bank í Gundadali, og so var pólski verjuskansin, Andrzej Pacek, heldur ikki við, nú teir skuldu royna seg móti oddaliðnum.

Vakurt mál
Talan var um stevnudyst, og tí høvdu kanska fleiri fólk enn vanligt leitað sær norður til Eiðis, og fyrstu løtuna var eisini nógv, sum bendi á, at í øllum førum heimaáskoðararnir skuldu fáa okkurt gott at hyggja eftir, meðan nógvu viðhaldsfólkini hjá HB, sum eisini vóru komin á stevnu, vóru meira friðarlig.
Vindurin lág tráður eftir vøllinum, og við hesum í rygginum royndu vertirnir frá byrjan at leggja eitt hampuligt trýst á HB. Serstakliga miðvøllurin hjá EB/Streymi arbeiddi hart, soleiðis at Rúni, Rógvi og Nico ikki skuldu hava stundir at byggja nakað spæl upp, og í verjuni tóktust teir eisini hava sera gott tak á vanliga so vandamiklu HB-framherjunum.
Tað var tó smátt við møguleikum. Burtur sæð frá nøkrum innleggum, har málverjarnir tó fingu hendur á teimum flestu, so hendi lítið framman fyri málunum, men brádliga fekk heimaliði tó hol á.
Ronnie Samuelsen vann bóltin av Rúna Nolsøe, sum royndi at bróta ígjøgnum í høgru .Ronnie spældi skjótt til yngra beiggjan, Hans Paula, og við eini neyvari sending yvir 40 metrar varð bólturin lagdur inn um HB-verjuna, har Vinjard Dam var fyrstur á, og umvegis báðar stólparnar kundi hann leggja vertirnar á odda.
Sum vera man var frøin stór, og leingi var líkt til, at hetta eisini skuldi halda sær til hálvleiks. HB royndi nú kanska í størri mun at leggja trýst á, men teir høvdu sera ilt við at fáa ferðina á spælinum upp, og alt ov sjáldan varð nøkur ítøkjulig roynd gjørd at skræða mótstøðuverjuna upp. Uppspælið var snøgt sagt alt ov einstáttað, og tí hevði vælskipaða heimaverjan mest sum ongar trupulleikar av at beina bóltin av vandaleið, tá HB royndi at ota seg móti brotsteiginum.

Trýstið kom ongantíð
Menn vóru helst farnir at venja seg við tankan um, at her fór heimaliðið at vera omaná fyrra umfarið, men beint undan steðginum fekk HB eina lívlínu. Andrew royndi seg fyrst í gjøgnumbrotið, og tá hetta ikki eydnaðist, varð bólturin rullaður yvir til Rógva, sum smekkaði til. Ein verjuleikari var tó fyri honum, og tó at Hallur Jacobsen helst framvegis svørjir dýran uppá, at hann bjargaði við lærinum, ´so metti dómarin tað til at vera við hondini, og so var brotsspark ? men Hallur fekk einki kort, hóast hann skuldi havt vart fyri máli við hondini.
At teir á heimaliðnum vóru illir um dómin, hjálpti teimum lítið. Andrew av Fløtum varð settur at skjóta, og tað gjørdi hann eisini uttan stórvegis himpr, soleiðis at tað stóð á jøvnum í steðginum.
Tað var kanska væntandi, at HB ? sum nú hevði vindin undan ? fór at leggja trýst á seinna umfarið, men tað hendi tó ongantíð.
Orsøkirnar til hetta vóru eisini fleiri. Fyrst og fremst tann, at teir á heimaliðnum framhaldandi vóru sera væl skipaðir. Teir vardu mest sum øll øki á egnari hálvu, fyri síðani at kontra, tá møguleikin beyðst. Men tað skal eisini leggjast afturat, at vanliga so vandamikla HB-álopið var at kalla púrasta tannleyst hendan dagin. Pætur Dahl og Andrew av Fløtum vóru bara skuggar av sær sjálvum, og Jón Rói Jacobsen tóktist mest av øllum at vera troyttur av fótbólti.
Á miðvøllinum tóktust Rógvi og Rúni halda lítið um, at teir alla tíðina høvdu í minsta lagi ein mann á kroppinum, og hjálpin frá bakkunum kom so ongan tíð miðvøllinum til góðar.

Vøkur frísparksvenjing
Hinvegin var onkuntíð vandi á ferð, tá vertirnir so kontraðu. Sorin Anghel var ta einu ferðina um reppið at skora, tá hann smoygdi sær ímillum tveir verjuleikarar, og fótfimi rumenin átti eisini ein fót við, tá EB/Streymur javnaði.
Í fyrstu atløgu vann hann fríspark, tá hann var fyrri enn Hans á Lag á einum heldur tilvildarligum bólti. Bresturin millum leikararnar var harður, og báðir lógu eina løtu eftirá, men meðan Hans varð sendur ein túr út um síðulinjuna, eftir at hava fingið viðgerð, slapp Sorin at vera inni, og hetta gjørdi hann sær dælt av. Hann var nevnliga partur av eini sera snildisligari frísparksvenjing, sum endaði við at Ronnie Samuelsen gjørdist mest sum leysur, og tá verjuleikari var ov seinur at takla, datt liðskiparin. Kanska nakað lætt, men har var kontakt millum leikararnar, og HB mótmælti heldur ikki stórvegis, tá Lassin peikaði á ellivu metrar.
Sorin varð settur at skjóta, og eins og hann longu hevði gjørt tvær ferðir í ár, sendi hann bóltin trygt í kassan, og so var heimaliðið á odda.
HB gjørdi eina roynd at tveita fólkið fram eftir hetta, men skilið var framvegis tað sama. Har bar millum lítið og einki til. Jón Rói átti helst vandamiklastu royndina, men heldur enn at draga einaferð, smekkaði hann til í ryggin á verjuleikara, sum neyvan mundi vita, hvar bólturin var. Seinastu tíggju minuttirnar var talan at kalla um máttloysi hjá HB. hugflogið var í øllum førum púrt einki, og teir á heimaliðnum vóru eins skjótir at sparka burtur, sum gestirnir vóru at sparka niðan, og tá dómarin so floytaði fyri seinastu ferð, var tað bert ein staðfesting av tí, sum var fyrifarið á vøllinum. EB/Streymur hevði við einføldum spælireglum sum fyrsta liðið í ár vunnið øll stigini frá HB.

Dysturin í tølum:
EB/Streymur-HB 2-1 (1-1)
1-0: Vinjard Dam
1-1: Andrew av Fløtum (br.)
2-1: Sorin Anghel (br.)
Dómari: Lassin Isaksen. Var kanska eitt sindur ivasamur í einstøkum støðum, og møguliga kundi fyrri brotsparksdómurin diskuterast, men yvir høvur hevði hann tó gott tamarhald á einum dysti, har nærdystirnir vóru nógvir og harðir, uttan at talan tó gjørdist um beinleiðis ljótt spæl.

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút V. Vesturtún, Christian Carlsson, Esmar Eiðisgarð - Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Vinjard Dam
HB: Bárður Johannesen ? Tór-Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag ? Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nico Dugaru ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum, Pætur Dahl