Hans J. Hermansen
Hóast mín lagna skuldi vera, at eg kom at starvast á landi alt mítt lív, hevur hugurin til sjógvin altíð verið stórur, og eins og so nógvir aðrir føroyingar var eg mín fyrsta túr til skips í 1962, 14 ára gamalur. Tíðin hevur gjørt, at nógv er kámað burtur, men sumt stendur púra klárt í minninum enn.
Spenningurin at sleppa av stað var øgiligur, eg misti næstan svøvnin; eingin friður var á mær. Vit skuldu á sild við gørnum, fyrireikingarnar vóru nógvar, so har gekk meginparturin av tíðini, til vit løgdu frá landi.
Sildin var álitið hjá so mongum ta tíðina, og tá ið menn sóust fara at rigga til, og hjallarnir til at goyma tómu tunnurnar í komu upp afturi á reyv, var sildartíðin nær. Tað var sum í Sildarvalsinum.. Lív kom í alt, alt andaði av treysti og vón um bjarta og ríka framtíð. Henda tíðin var spennandi og vónrík.
Skipið var »Norðstjørnan«, TN 131, eitt tiltikið skip við einum ikki minni tiltiknum skipara og reiðara. Hann var raskur, ágrýtin og ein fiskiklógv, hevði arbeitt seg upp frá berum og skuldi nú sjálvur umborð á nýggja skip sítt, sum hann hevði latið byggja í Fraklandi.
Útgerð skuldi keypast, og tað var við einum sindri av spenningi og fjáltri, at ein fór inn í Skips-handilin at keypa sær tað, ið skuldi brúkast á túrinum. Nú skuldi tað roynast, hetta her at »skriva upp á Konrad«. Men væl gekk, álitið á reiðaríið var gott, eg fór útaftur við øllum, mær tørvaði, og reiðarin fekk rokningina. Soleiðis mundi so mangur ganga inn í Skipshandilin ta tíðina við somu ørindum og gjalda á sama hátt.
Sum sagt, so fekk ungur skipari nú høvi at royna seg við »Norðstjørnuni« hetta árið. Hann var tá 28 ára gamalur, hevði baldrast á sjónum, síðan hann var óviti, so hann hevði ongar trupulleikar at manna skipið við góðum fólki. Her var ungt fólk, onkur fór heiman fyri fyrstu ferð, her var tilkomið fólk, ið dugdi sítt arbeiði, og her vóru einstakir eldri menn, ið høvdu mestsum búð á sjónum. Ein teirra var kokkurin, ið dugdi væl at fáa nógv burtur úr lítlum. Hann keypti ikki nógvan proviant, bara tað mest átroðkandi og fór sera væl um..
Soleiðis gekk alt sína gongd, menn vóru vælhýrdir, nú ið farast skuldi fyrsta túrin, alt var væl skipað og fyriskipað, lagt varð í koyggjurnar, vaktirmnar vórðu settar, og allir vistu hvar og hvat, ið hvør skuldi vera og gera, og sáttmálin við reiðaríið var eisini upp á pláss. Nú var bara at fara avstað.
Vit fóru av Havnini og norður til »Steinin«, har vit settu eini 60 gørn, men fongurin var lítil, sild upp á garnið. So at leita, men einki bar til. Vit komu heimaftur 4 vikur seinri við einum 130 tunnum, so hetta var ein vaðskítatúrur, bara minstaløn, men soleiðis vóru treytirnar, vit kendu tær, og hóast alt var okkum tryggjað minstuløn.
Tíverri slapp eg ikki við fleiri túrar hetta árið, men kann til stuttleika nevna, at tá ið sildarfiskiskapurin var liðugur hetta árið, var »Norðstjørnan« besta skipið, og skiparin var »sildarkongur«. Seinri fekk eg høvið til at vera við alla sildartíðina, tá ið enn var nøkur sild at fáa, og tað var nakað fyri okkum ungu.
Mín seinasti túrur?
Nú, næstan 40 ár seinri, standi eg aftur og skal mynstra á ein spennandi túr, men spenningurin er avloystur av fjáltri og óvissu, og hvagar vit fara, veit eg heldur ikki. Skútan, sum fer sín jomfrútúr, eitur »Føroyar«, ein vøkur skúta við góðum fólki. Ætlanin er at loysa skjótast gjørligt, møguliga kappa endarnar, um neyðugt, hóast enn er ikki gjørt sjóklárt. Og eg skilji á stórum parti av manningini, at hon er eins fjálturstungin og eg. Alt er so ógreitt, eingin greið avtala er gjørd fyri manningina, tað einasta, ið tykist vera komið upp á pláss, eru viðurskiftini hjá yvirmonnum og reiðaríi.
Reiðaríið, sum verður endurskoðað hvørt fjórða ár, hevur - eftir tí teir sjálvir siga - stóra ábyrgd og má samsýnast eftir tí. Hetta er eitt rættiliga stórt reiðarí, einir 32 mans umframt eykamenn. Fyri fáum árum síðan góvu teir sær sjálvum eina beskedna lønarhækking upp á eini 40%. Umframt tað verða teir noyddir at piða nøkur ber bein, so tað er meiri møði enn føði at sita í hesum reiðaríinum. Tað er ikki tí, at hugurin er so góður.
Yvirmenninir, sum eisini mynstra í 4 ár, hava havt betur skipað viðurskifti, men har restar enn nógv í. Lønin er rímilig, men eftirlønarviðurskiftini eru út av lagi vánalig, tó tey verða allarhelst fingin í rættlag, tá ið vit hava loyst, um ikki fyrr. Reiðaríið er nevniliga sinnað til at tryggja teimum eftirlønina, um ein teirra snávar á og missir sítt dagliga livibreyð. Og seinastu tíðina eru fleiri glidnir í onkrari óhumsku, serliga teir, sum hava nakað við mentan at gera. Ikki tí, hesir eru sum sagt ikki livibreyðspolitikkarar, men hava fingið eitt kall, sum teir kunnu illa skáka sær undan.
Men enn er nógv eftir at fáa upp á pláss viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum, t.d. eru ongar greiðar reglur fyri manningina, um onkur gerst sjúkur og óarbeiðsførur. Ætlanin er tí at taka lógina hjá gamla reiðaríinum og týða hana til føroyskt. Tað hevur verið gjørt fyrr innan t.d. útbúgving, og tað kann gerast aftur, so tað er ein skjót og góð loysn - hóast tað hevur ikki riggað nakað serliga væl. Stundir eru ikki til annað enn lappaloysn.
Best man vera at kvetta endarnar og loysa, tí gamla reiðaríið er ikki at fáast við. Teir vilja t. d. ikki, at stuðulin, teir lata á hvørjum ári, skal fara í ein búskapargrunn, men til tað, hann er ætlaður til sambært teirra lógir, eitt nú til skúla-, almanna- og heilsuverkið. Meiri umráðandi er savna sær pening undir koddan, meðan heilsa, trygd, trivnaður, útbúgving og eftirútbúgving kunnu bíða. Lættari er at stýra fólki við vánaligari heilsu, lítlari útbúgving og vánaligum livikorum. Tað hevur verið gjørt í øðrum londum við hepnari hond - eina tíð. Og í ringasta føri enda vit sum flóttarfólkaskip, ið verður tikið upp á sleip, um illa skuldi borið á.
Nei, tað er vánaligur sjómansskapur at loysa ella kappa, tá ið álitið á reiðarí og yvirmenn er so lítið, og óvissan um, hvagar leiðin gongur, er so stór, sum hon er í løtuni. Álitið má byggjast uppaftur, og korini hjá manningini mugu fáast í rættlag. Tað er dýrt keypt frælsi, um skútan skal loysa við trælum á dekkinum. Gevið manningini frælsi, álit og sjálvsálit, so verður eingin bangin fyri at fara ein jomfrútúr við »Føroyum«.
Tað er harmiligt, at stórur partur av manningini, sum hevur bíðað í nógv ár eftir at leggja frá landi, skal stúra fyri tvørrandi áliti á yvirmenninar. Og ein royndartúr við teimum?