tær familjurnar, ið hava verið noyddar at flyta av landinum, tí útlitini at klára seg hava verið so smá. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri, at øll, sum hava tilboð at virka og liva her á oyggjunum, skulu [...] lítið bataði, og nú er ov seint at leika í um skeivar avgerðir, tá ið man sat og snorksvav, meðan hetta lokabragd varð framt. Ógvuliga tungt um enn ikki ómøguligt verður at byggja uppaftur, og hetta er uttan [...] verður førur fyri at fíggja allan láni -og fíggjartørv hjá kommununum. Eydnast hetta, og tað ger tað, um veljarin vil tað, so verður lættari at búseta seg um alt landið uttan at skula hugsa um, hvussu høgur
fyri at koma undir, tá Tjóðveldisflokkurin fekk ilt í gumpin av avgerðum býráðsins og við fremsta fingri kærdi býráðið fyri Kommunala Eftirlitinum og løgtingsins umboðsmanni. Til hetta er at siga, at kærur [...] eru sendar. Við hesum kunnu vit bara staðfesta, at stovnurin fylgir so mikið væl við skrumbluta arbeiðshátti býráðsins, at hann ikki hevur bindindi til at bíða, til kæran er send landsstýrinum. Ein »klipsaður« [...] noydd at rikið allan bulin upp aftur. Alt ov nógv umfør eru lopin um og óteljandi eygu mist. Varaborgarstjórin rósar samgongu síni, samstundis sum hon sá seg noydda at broyta umsitingina fyri at styrkja
tó ongan tíð skarvin yvir, hóast støðan satt at siga var vónleys seinastu 20 minuttirnar. Um ikki annað fyri at bjarga æruni, so royndu tær allan dystin á tamb at stríðast, so munurin ikki skuldi gerast [...] høvdu ivaleyst roknað við, at meistararnir fóru at vinda burtur úr teimum grønu, sum als ikki hava verið sannførandi í ár, men eftir fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at so skuldi verða. Kyndil [...] greitt, at tað gekst sera striltið hjá VÍF at fáa veruliga ferð á spælið. Nicoleta Radu og Sóley Mikkelsen byrjaðu báðar dystin á beinkinum, og tað undirstrikar kanska týdningin, sum tær hava, at ferðin
hon sat á alnetinum og hugdi at metum og eftir øllum at døma er tað so, at Wivika og Sheila er systrarnar við síðasta hárinum í kongaríkinum. Men nú bíða tey spent í Trongisvági, um nakað verður at hoyra [...] við av og á fyri at síggja síða, flotta hárið. Tað er komið fyri, at onkur hevur havt hug at arga, men mest hava systrarnar fingið rós fyri flotta hárið og vinkonurnar hava eisini sagt, at tær fegnar vildu [...] og bíðar spent, til hon kanska skal klippast, men hon kann tó koma at bíða nakað enn. Tað er nevniliga so, at síða hárið eftir øllum at døma er met. Føroyska Metbókin, sum sigst koma út í ár, hevur játtað
havi roynt at hugt í "Lóg um vinnuligan fiskiskap", men dugi satt at siga við mínum besta vilja ikki at síggja ein bókstav, ið bendir rættindunum á teirra borð! Felagið Nótaskip sigur seg fara at leggja sak [...] og áður, síggja eisini greidliga, at maðurin ikki verður førur fyri at fyrisita fólksins ogn á ein heildarvinarligan og óvildugan hátt, men at hann tvørturímóti fer at lata teil egnan fyrimun og egnan skipabólk [...] Nótaskip er ætlað at niðurgera sitandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum ? neyðugt verður við fiskimálaráðharra úr øðrum flokki eftir valið verður sagt. Og tað er vælkennt millum manna, at formaðurin Atli
. Kierkegaard royndi at geva Gudi ein leiklut í heimspekini, men hin parturin av lívsheimspekini, m.a. Nietzsche helt á at prædika um at Gud er deyður, og at menniskja tí átti at uppgivið hesar vranghugmyndir [...] fyri tað at vera menniskja, enn tey, ið gera tað til teirra arbeiði at standa á odda fyri einari mongd. (...) Mongdin er sum myndugleiki, etiskt og trúarliga, ósannleiki, meðan tað er æviga satt, at ein og [...] fekk Kierkegaard, ið var útlærdur teologur, at hata og finnast at Fólkakirkjuni. Vit eru sett fræls, men bert fyri at finna meining sjálvi við lívinum, tað vil siga okkara egna subjektiva fatan av lívsins
Eftir at teir fytrstu umførini áv landskappingini hava havt stórar trupulleikar av at koma ígongd, tykist tað nú at ganga rætta vegin hjá Kyndli. Undanfarna vikuskifti vóru teir meira enn nær við at basa [...] eisini um hetta mundi, at Kyndil rættiliga fekk skrykt seg leyst. Úrmælingarnir Sum nevnt omanfyri, so var talan hjá Kyndli um eitt satt liðavrik, men á liðum er tíbetur eisini loyvt at hava onkrar úrmælingar [...] tóktist Bjarni Wardum at vera í flokki fyri seg í álopspartinum. Skotini eru varierað og finturnar fleiri, so hvørki verja ella málverji megnaðu at rokna út, hvat næsta trekk hansara fór at verða. Harumframt
inniligheit er nærum ófatilig. Tó kundi man væl livað við tí, um hann valdi at tiga millum løgini, tí hansara viðmerkingar eru satt at siga flatar. Men meðan tónleikurin buldraði fyltu rødd og persónligheit pallin [...] meira við eini kenslu av, at vera í dans enn at vera til konsert. Hetta er ikki meint sum ein kritikkur, men bara ein staðfesting av, at fyrireikararnir av Nýggjárskonsertini áttu at endurhugsað konseptið [...] Meðan Sig ikki nei Kaj fekk fólkið at syngja við. The Dreams spældu til dans Tað skerst ikki burtur, at tað var ikki fyrr enn hittshowið hjá The Dreams fór í gongd, at ordiliga gott lív kom í fjøldina.
skikkaðan at taka við vinnumálum. Hann var næstur á listanum í atkvøðutali, og vit halda eisini, at hann hevur víst seg at vera góður maður á sínum øki, sigur Óli Breckmann, sum tó ásannar, at Fólkaflokkurin [...] boðið at taka við eftir John Petersen. Komandi landsstýrismaðurin hevur eisini váttað, at hann fer at halda fram, har gamli landsstýrismaðurin slepti. Skrædlarin á Fiskavirking Hevur tað einki at týða [...] Niclasen metti at tað var lættari at flyta maskinuna heldur enn fiskin. Trupulleikin var bert, at Jørgen Niclasen ikki ringdi til leiðsluna á Fiskavirking kl. tvey á nátt, og bað um loyvi at lána skrædlaran
høvuðsrøðari fer at halda fyrilestur um eitt undirevni og til hvørt evni verða ein ella tveir opponentar. Seinnapartin verða styttri framløgur og at enda kjak. - Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljósa [...] veit eg ikki og vit royna at gera ráðstevnuna so opna sum til ber. Tað er greitt, at evnið er sera viðkomandi, eisini fyri okkum, men ráðstevnan er sett saman á tann hátt, at hon eisini er viðkomandi og [...] hjá øðrum at taka lut á. Lítur frameftir Uppleggið til ráðstevnuna um smátjóðir er ikki nýtt. Í sambandi við, at hálvt hundrað ár vóru liðin síðani Føroyar fingu heimastýri í fjør, var ætlanin at halda eina