H71-Kyndil 22-29 (9-15)
Hondbóltur
Eftir at teir fytrstu umførini áv landskappingini hava havt stórar trupulleikar av at koma ígongd, tykist tað nú at ganga rætta vegin hjá Kyndli.
Undanfarna vikuskifti vóru teir meira enn nær við at basa strandingum, og sunnudagin bygdu teir víðari á tey positivu elementini úr tí dystinum.
Virkaðu sum lið
Størsta einstaka orsøkin til sigurin á H71 var, so løgið tað ljóðar, at Kyndil hevði betra liðið.
Við hesum verður meint, at Kyndil veruliga spældi sum eitt lið. Verjuparturin stóð seg til tíðir framúr væl. Í álopinum yvirhildu menn sínar avtalur, og ikki minst, so var tað eisini sjónligt, at leikararnir alla tíðina bakkaðu hvønn annan upp.
Hjá hoyvíkingum stóð ikki eins væl til í so máta.
Stefan Dorofte var ikki tøkur vegna skaða, og hetta viðførdi, at byrðarnar í alt ov stóran mun lógu á herðunum hjá Halgiri Dahl Olesen. Halgir spældi eisini ein sera góðan dyst, og gjørdist eisini greiður toppskjútti hjá sínum liði, men einsamallur kundi hann ikki lyfta H71 upp á støði hjá Kyndli.
Sum tað sæst av dystarhagtølunum, so skeyt Halgir ikki færri enn 13 mál, men hetta tal kundi eins væl verið hægri. Hevði tað ikki verið fyri fyrrverandi liðfelagin í kyndilsmálinum, Jens Skipagøta, kundi máltalið væl táttað ímóti teimum 20. Serliga ta einu løtuna í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá grøna hoyvíkinginum, og var tað eisini um hetta mundi, at Kyndil rættiliga fekk skrykt seg leyst.
Úrmælingarnir
Sum nevnt omanfyri, so var talan hjá Kyndli um eitt satt liðavrik, men á liðum er tíbetur eisini loyvt at hava onkrar úrmælingar, og tað hevði Kyndil so sanniliga eisini.
Serliga tóktist Bjarni Wardum at vera í flokki fyri seg í álopspartinum. Skotini eru varierað og finturnar fleiri, so hvørki verja ella málverji megnaðu at rokna út, hvat næsta trekk hansara fór at verða.
Harumframt tykist tað nú eisini, sum um Jónleif Sólsker nú rættiliga er um at verða spældur inn á kyndilsliðið.
Sunnudagin sýndi hann í fleiri førum, hví hann av mongum verður roknaður sum besti spælskipari í landinum. Eisini sum spælstýrari royndist hann væl, og saman við Una Wardum at kalla dikteraði hann, hvussu leikferðin í dystinum skuldi vera.
Kann gerast spennandi
Tað er helst einki dulsmál, at Kyndil eins og vanligt hevur ætlanir um at gera seg galdandi í toppinum, har tað í løtuni er líkt til, at VÍf skal vera einaráðandi.
Heilt upp á støðið hjá vestmenningum munnu kyndilsmenn neyvan koma í ár, men hinvegin er nógv, sum bendir á, at Kyndil væl kann gerast ein ov stórur biti hjá hinum liðunum.
Liðið er ein góð blanding av yngri og meira royndum kreftum, og teir báðar seinastu dystirnir hava leikararnir sýnt, at teir veruliga megna at spæla sum eitt lið, har allir stríðast hvør fyri øðrum. Hevði liðið fingið ein ordiligan skjútta afturat Bjarna, hevði tað helst sæð heilt gott út, men fyri fyrst mugu teir so klára seg uttan ein slíkan.
Hjá hoyvíkingum tykist støðan ikki vera heilt so góð, men staðfestast má framvegis, at tað gongur framá, sæð í mun til seinasta kappingarár.
Størsti trupulleikin hjá teimum er, atbreiddin í hópinum ikki er nóg stór. Hesu ferð var hetta mest sjónligt í álopspartinum, har so at siga alt hvíldi á Halgir.
Í mun til undanfarna kappingarár er tó stór framgongd at síggja hjá H71. Enn restar nakað í, men liðið tykist aftur vera ávegis til at gerast ein faktor í føroyskum hondbólti.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 13(3), Johnny Durhuus 3, Hallur Danielsen 3, Rolf Mouritsen 2, Anfinn N. Debes
Kyndil: Bjarni Wardum 10(3), Janus Einar Sørensen 6, Høgni Klein 4, Jónleif Sólsker 3, Uni Wardum 2, Róar Nielsen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Heini Bendtsen 1
Brotskøst: H71 4, Kyndil 3
Útvísingar: H71 2, Kyndil 4
Dómarar úr Tjaldur: Dánial Hansen og Kári Hansen. Tóktust at hava tamarhald á dystinum alla tíðina, men tað hevði tó verið ynskiligt, at spælarar vórðu revsaðir harðari fyri støðuga togaríið í verjuspælinum.