Seinast í apríl mánaði verður altjóða ráðstevna í Føroyum um smátjóðir. Heitið á ráðstevnuni er MicroStates 99, Globalization and Constitutionalism, Challenges to Selfgovernment and Microstates. Ráðstevnan, sum Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið skipa fyri í felag, vara í fýra dagar. Ein innboðin høvuðsrøðari fer at halda fyrilestur um eitt undirevni og til hvørt evni verða ein ella tveir opponentar. Seinnapartin verða styttri framløgur og at enda kjak.
- Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljósa á og lýsa avbjóðingar á búskaparligar, politiskar og mentanarligar strategiir sum oyggjafólk og smátjóðir standa yvir av í einum heimi, sum verður alt meiri bundin búskaparliga sínámillum, sigur Jógvan Mørkøre, á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Evnið á ráðstevnuni er sostatt sera viðkomandi í hesum tíðum, vit uppliva at Føroyar gerast størri partur av alheimssamfelagnum, men ikki minst nú samgongan hevur sett sær fyri at fyrireika fullveldið.
- Høvuðsdenturin á ráðstevnuni verður sambandið millum stýrisskipan og búskaparliga menning, hvussu skal samfelagið skipast og mennast eftir politisku og búskaparligu treytunum, sum eru. Endamálið er ikki at lýsa støðuna í Føroyum, men sum heild. Um tað verður varpað ljós á føroysk viðurskifti stendur til tann einstaka røðaran innan tey einstøku evnini at taka upp. Einki undirevni hevur Føroyar sum evni, sigur Jógvan Mørkøre.
Um tað kann hugsast, at niðurstøður og tað sum annars kemur burtur úr ráðstevnuni kann ávirka hugsanina hjá vanliga føroyinginum um, hvussu vit skipa okkum sum samfelag - í leysari ella tættari tilknýti til Danmark, sigur Jógan Mørkøre:
- Fólk skulu helst gerast klókari og tá ið tey verða klókari so verða tey samstundis ávirkað. Men hvønn vegin veit eg ikki og vit royna at gera ráðstevnuna so opna sum til ber. Tað er greitt, at evnið er sera viðkomandi, eisini fyri okkum, men ráðstevnan er sett saman á tann hátt, at hon eisini er viðkomandi og áhugaverd hjá øðrum at taka lut á.
Lítur frameftir
Uppleggið til ráðstevnuna um smátjóðir er ikki nýtt. Í sambandi við, at hálvt hundrað ár vóru liðin síðani Føroyar fingu heimastýri í fjør, var ætlanin at halda eina ráðstevnu um heimastýrið og hvussu tað hevur roynst. Tann ráðstevnan, ið sum kunnugt ikki varð av nøkrum, var eftir serligum ynski frá Sambandsflokkinum, ið tá sat við landsins leiðslu. Hon varð avlýst av ymsum ávum, eitt nú av tí, at fígging ikki varð játtað og tí at tað var stutt upp undir val.
- Í ein mun vera tað somu evnini, sum verða viðgjørd á hesi ráðstevnuni, sum á teirri, ið ætlanin var at halda í fjør, men tey eru sjálvandi endurskoðað. Ráðstevnan sum var avlýst var meiri afturlítandi, har gerast skuldi upp við royndirnar í ymiskum stýrisskipanum. Nú hava vit valt at lagt størri dent á avbjóðingarnar, sigur Jógvan Mørkøre.
Fólk við ymiskum sjónarmiðum
Ráðstevnan verður hildin í døgunum 26.- 29. apríl. Røðararnir eru bæði kend og minni kend fólk.
- Vit hava lagt dent á at fáa fýra røðarar, sum hvør á sínum øki eru eitt navn, sum kunnu væntast draga onnur til sín og sum hava ymisk sjónarmið. Enn hava vit ikki ásett hvørji vera opponentar til hesi evnini, sigur Jógvan Mørkøre.
Fyrstur at røða verður Pertti J. Anttonen úr Finnlandi. Hann fer at tosa um samleika og nation-building. Næsta ráðstevnudagin fer ein røðari at tosa um búskap og búskaparligt bundni í smáum samfeløgum. Búskapir í pinkusamfeløgum vísa ymiskt bundni. Spurningurin er um munirnir í búskaparligu støðuni hjá hesum smátjóðum byggja á, hvussu ymiskt tey eru skipað. Nógv av hesum londum fáa peningarligar veitingar frá landinum, tey eru knýtt at. Avgerandi spurningurin at kjakast um er um fíggjarlig hjálp merkir minni búskaparligur vøkstur ella um tað bert er ein spurningur um hvussu politikkurin í tí einstaka landinum verður rikin.
Triðja ráðstevnudagin verður tosað um strategiir fyri eina sjálvstøðuga menning. Høvuðsrøðari verður Barry Bartmann frá Prince Edward Island, og fjórða og seinasta ráðstevnudagin verður Godfrey Baldacchino av Malta høvuðsrøðari. Hann fer at tosa um stýrisskipan og búskaparliga menning. Alheimssamfelagið er í broyting, fleiri smátjóðir fáa egna stýrisskipan við politiskum sjálvræði. Hvussu kunnu hesar politisku sjálvstýrandi smátjóðirnar fáa gagn av teirra støðu.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu áhugin er fyri ráðstevnuni uttanlands, men skráin, ið er løgd fyri stevnuna, er mikið áhugaverd. Føroysku vertirnir bjóða mentanartiltøk, útferðir, ráðstevnudøgverða og fótbóltsdyst.