Hondbóltur
Kanska høvdu kvinnurnar úr Vestmanna undirmett Kyndil, tá tær sunnudagin ferðaðust til Havnar. Flestu áskoðararnir í høllini høvdu ivaleyst roknað við, at meistararnir fóru at vinda burtur úr teimum grønu, sum als ikki hava verið sannførandi í ár, men eftir fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at so skuldi verða.
Kyndil hekk í
Tað gekk nevnliga sera javnt fyri seg allan fyrra hálvleik, og tað vóru ongan tíð meira enn tvey mál á muni ímillum partarnar báðar.
Ein av orsøkunum var heilt greitt, at tað gekst sera striltið hjá VÍF at fáa veruliga ferð á spælið. Nicoleta Radu og Sóley Mikkelsen byrjaðu báðar dystin á beinkinum, og tað undirstrikar kanska týdningin, sum tær hava, at ferðin ikki kom upp á nakað serligt. Tað tóktist tó eisini, sum um VÍF liðið ikki var serliga uppsett til dystin.
Í verjuni væntaði vanliga nærlagnið, sum hevur eyðkent liðið, og hetta hevði so aftur tvær óhepnar avleiðingar. Arbeiðsumstøðurnar hjá Hallfríði í málinum gjørdust óvanliga torførar, og tá hon so heldur ikki hevði ein av sínum bestu døgum viðførdi hetta aftur, at vanliga kontraspælið als ikki fekst at rigga.
Tá alt hetta er sagt, so skal tó eisini leggjast afturat, at kyndilskvinnurnar veruliga stríddust fyri sínari sak. Í verjuni nýttu tær alla orku til at halda skjúttunum hjá VÍF burtur, og hóast hetta kostaði nakrar útvísingar (eina ferð tríggjar í senn), so gav hetta kortini úrslit uppi á máltalvuni. Ikki minst eftir at Marita Hermansen kom í málið, har hon hevði fleiri góðar bjargingar, áðrenn hon brádliga beklaði og noyddist útaftur.
Settu ferð á
Helst hava venjararnir hjá VÍF tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum, tí fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sást aftur, at nú var tað eitt meistaralið, sum var á vøllinum.
Manuela Stan, sum annars stríðist við bruna í hælsinuni var nú komin í málið, og tá verjan samstundis riggaði, sum hon skuldi, kundi VÍF av álvara gera sær dælt av longu og neyvu útkøstunum frá rumenanum.
Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin skeyt VÍF sjey mál á rað, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Seinasta árið hava slíkar støður aloftast havt við sær hjá Kyndli, at spælið er dottið fullkomuliga saman. Seinasta dømið um hetta var móti Neistanum fyri viku síðani, har tær grønu fylgdu við í 20 minuttir fyri síðani at verða avbukaðar. Hesa ferð góvu tær tó ongan tíð skarvin yvir, hóast støðan satt at siga var vónleys seinastu 20 minuttirnar.
Um ikki annað fyri at bjarga æruni, so royndu tær allan dystin á tamb at stríðast, so munurin ikki skuldi gerast óneyðuga stórur. Hetta eydnaðist teimum eisini, og hóast talan at enda gjørdist um eitt greitt tap, so eigur viljin, sum liðið sýndi hesa ferð at koma teimum til góðar í komandi dystunum.
Hvat kann Kyndil
Hóast tað neyvan røkkur til heiðursmerki av fínasta slag, so eigur liðið hjá Kyndli at vera somikið sterkt, at teimum als ikki nýtist at koma í niðurflytingarvanda, soleiðis sum tað annars hevur sæð út til í ár.
Akkurát hvussu langt Kyndil kann røkka í ár, fæst helst ein ábending um komandi vikuskifti. Tá fara tær grønu á vitjan í Vági, har heimaliðið tykist hava stórar ætlanir fyri kappingarárið.
Tað hava tær úr Vestmanna eisini, og hóast avrikið langt ífrá var sannførandi hesaferð, so prógvaðu tær í løtum, at tær væl eru førar fyri at trýsta á speedaran, tá tørvur er tí. Eina aðra ferð er helst neyðugt at leingja um løturnar, har hetta verður gjørt, men úrslitini seinasta góða árið tala sína sjálvsagdu rødd um, at VÍF aftur í ár er heitasti kandidaturin til at vinna FM-heitið.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 10(6), Annika Ljósstein 4, Palma PEtersen 4, Ann Hansen 2, Anja Johannesen 2, Marjun Tróndarson 1, Laila Jespersen 1
VÍF: Ioana Rápa 9(3), Sóley Mikkelsen 5(1), Jórun Ludvig 5, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 3, Jacklin Durhuus 3, Nicoleta Radu 3, Alis ´Høghamar 1
Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 4
Útvísingar: Kyndil 9, VÍF 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen. Løgdu út við einari harðari linju, og hildu sum so hesa ígjøgnum allan dystin.