Finski høvuðsstaðurin stendur høgt á mínum lista fyrst og fremst tí, at eg havi hoyrt so øgiliga nógv gott um býin. Kona mín hevur vitjað hann, og henni dámdi øgiliga væl, men eisini fleiri vinfólk hava [...] hava sagt mær frá nógvum góðum um býin. Finnland liggur sum buffarin millum Eysturevropa og Vesturevropa og hevur eina serliga støðu í øllum eystur/vestur prátinum. Støðan ger, at eysturevropeiski maturin [...] áhugavert. Klókasta kvinna eg havi hitt professarin í sosiolingvistikki Tove Skuttnabb-Kangas er finni, og hetta ger sjálvandi eisini, at Finnland gerst enn áhugaverdari at vitja.
í stovuna fyri at hygggja eftir Degi og Viku, sigur Mariann. Yvir av køkinum eru stór vindeygu, og har sita tey bæði, Mariann og Rúni, ofta við høga spísiborðið og njóta útsýnið. - Útsýnið hevur ótrúliga [...] stovuna, og Rúni gongur beint yvir til eitt lítið horn í stovuni, har tað eru tveir telduskíggjar og ein stórur Chesterfield leðurstólur. – Hetta er mítt stað, sigur hann. Her siti eg og arbeiði, og her kann [...] gjøgnum køkin, út aftur í gongina og oman ígjøgnum trappurnar. Við endan av trappuni traðka vit inn í eitt fitness-rúm við bæði vektbonki, krosstrenara, boksipútu og bóltum. Og sjálvandi hongur ein flatskermur
langt um leingi víðari frá áttandapartsfinalunum, har ensk lið tvey ár á rað hava staðið fyri – fyrst Liverpool og síðani Manchester United. Men triðju ferð bragdaði altso hjá italska oddaliðnum, sum harvið [...] løtuni undan steðginum livdi á eggini og tók stórar kjansir í egnum brotsteigi. Fyrru ferð var í 35. minutti, tá Branislav Ivanovic varð drigin niður av Thiago Motta, og síðani níggju minuttir seinni, tá Walter [...] brádliga stóð púra leysur aftan fyri Branislav Ivanovic, tamdi eina frálíka sending frá Wesley Sneijder og sveiggjaði síðani høgra bein, so bólturin streyk sum ein kanónkúla í málið, dygst fram við stongini
betri enn nú, men fyrst og fremst ræður tað seg um at menna seg sjálvan. Hevur tú annars gjørt nakran annan ítrótt? - Eg havi verið við í fótbólti og hondbólti, og eg havi eisini róð kapp. Og nú er bogaskjótingin [...] liðfelagi við hinar skjúttarnar? - Vit eru saman sum eitt lið, og vit hava gott samanhald, men tá tú skjýtur, so hugsar tú fyrst og fremst um títt egna. Tú roynir at klára nakað sjálvur, tí eingin kann [...] rokni við, at tað er tí, at eg havi vant nógv og havi viljað tað nóg nógv. Eg trúgvi ikki, at tað er nakað við át hava talent. Tú skalt bara vilja tað nóg nógv og arbeiða hart fyri tí, so ber tað til, sigur
gjørdist høvuðspersónurin í einum eymum og tyngjandi máli. Vitjanin hjá Ríkisgrannskoðanin var partur av arbeiðnum at grannskoða roknskapin hjá NJC fyri 2004, og tá fólkini gjørdu stakroyndir av skjølum [...] til tað, sum øll nú vita um. Stjórin Birgir Kruse varð lagdur undir óreglusemi, ovurnýtslu og vánaliga leiðslu, og nú er hann sagdur úr starvinum. Fekk dreymastarvið Ein lepi á einari uppslagstalvu í húsinum [...] í Århus, og orsøkin til tað var, at hann var stillaður inn til stjórastarvið á Nordisk Journalistcenter í jútska høvuðsstaðnum. ? Hetta er eitt dreymastarv, segði Birgir Kruse við Sosialin, og bæði hann
føroyska rógvaran, og har avdúkar hann, at dreymur hansara er at vinna OL-gull í Tokyo um trý ár. Tó er okkurt, ið skal betrast fyrst. - Eg skal rógva betur, vera meira effektivur og flyta bátin við minni [...] Nielsen megnar at rógva seg til OL, men venjari hansara, Brian Richardson, er vónríkur. - Ger hann tað, og tað vænti eg at hann ger, so er eitt heiðursmerki ella líknandi stórt úrslit til at røkka, sigur hann
millum 5.000 og 6.000 krónur. Fráfaringarroyndin er bæi teoretisk og praktisk. Hans Poulina sigur, at tá ið hon var til teoretisku royndina, fekk hon spurningar frá einum instruktøri og eitt umboð fyri [...] eg sá eitt flogfar. Og eg havi altíð ætlað mær at farið henda vegin, sigur Hansa Poulina. Tað dragandi við starvinum er at vera høgt uppi í luftini, síggja niður yvir landslagið og stýra flogfarinum sjálv [...] Poulina Adriansdóttir veit enn ikki, hvussu framtíð hennara sum flogskipari sær út. Fyrst fer hon at leita á netium og ringja til onkran, sum kennir onkran, sum kennir onkran fyri at leita eftir starvi
fyri føroyskum fótbólti. Og tá vit skuldu finna navn til nýggja felagið, hugdu vit fyrst at Føroyum. Vit vilja umboða B36 í Ungarn á skilagóðan hátt, sigur Tamás Smulovic, og leggur afturat. - Vit droyma [...] Nakrir fótbóltsáhugaðir skúlanæmingar og vinmenn úr Ungarn stovnaðu í summar eitt nýtt felag. Íblástur til navnið á felagnum fingu teir úr Føroyum. B36 Budapest ? ella B36 Tórshavn Hungarian ? roynir í
Føroyar á alnótini, og tað verður meira og meira áhugavert, sigur Tamás Smulovics. Vilja knýta vinarband Tamás Smulovics og vinmenninir vilja rættiliga fegnir knýta vinarband millum Ungarn og Føroyar. Vit vilja [...] føroyskum fótbólti. Og tá vit skuldu finna navn til nýggja felagið, hugdu vit fyrst at Føroyum. Vit vilja umboða B36 í Ungarn á skilagóðan hátt, sigur Tamás Smulovics, ið er ein av stigtakarunum og liðskipari. [...] Højsted, á Borg og Matras. Hóast tað ikki er gjørligt í løtuni, spæla teir framvegis fyri B36. Teir eru B36 Tórshavn Hungarian – ella stytt B36 Budapest. Nakrir fótbóltsáhugaðir skúlanæmingar og vinmenn úr
til endamálið, og so hongur framsýningin eisini bert uppi í tveir dagar, so tað er kanska ikki so løgi, at tey heldur velja at taka av betri tilboðum um at sýna fram, sigur Bernhardina og leggur afturat [...] Klaksvík, men tey eru nokk fleiri sum halda, at hann ikki liggur nóg væl fyri og ikki er serliga væl egnaður til framsýningar og annað virksemi hjá einum slíkum felag. Í løtuni verður tað høli bert brúkt [...] Listaskála einaferð, men tað verður nokk ikki í bræði. Kanska er tað eisini skilagott at byrja í tí smáa og fyrst fáa eina mynd av, hvør tørvurin hjá felagnum veruliga er, áðrenn farið verður undir at byggja, heldur